
Hetta var eitt stórt upplivilsi og tað var stuttligt at sleppa at vinna.
Rúni á Reynatrøð, frásøgumaður á FM1, tosaði við fleiri leikarar eftir sigurin í Youth League. Ein teirra hann prátaði við, var Arnór Brandsson.
Sí eisini: Myndir: Unga víkingaliðið vann seg víðari í Youth League
- Í dag helt eg vit vóru tað betra liðið, og tað vóru vit eisni í Estlandi, men tá skaptu vit ikki nógvar kjansir. Í dag var betri, staðfestir Arnór Brandsson.
Hann brendi brotsspark í 51. minutti, men var skjótur tá bólturin sprakk út aftur, og legði Víking á odda 2-0.
Úrslitið gjørdist 4-1, samlað yvir báðar dystirnar 4-2, og tað merkir, at U19 liðið hjá Víkingi hevur vunnið seg víðari í kappingini.
Nú bíðar sterk mótstøða í Genk í Belgia. Spælt verður 22. oktober og 5. november.
Hoyr allar samrøðurnar, sum Rúni á Reynatrøð gjørdi eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald