Hondbóltur

Video: Stórur heimildarfilmur um EM-endaspælið

Føroyska ævintýrið fyllur ikki nógv í 44-minuttir langa filminum, men eitt brot er frá minniliga leygarkvøldinum í Berlin, har Føroyar og Noreg vóru javnlíkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-12 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EHF hevur spílað seg út og framleitt ein heimildarfilm á 44 minuttir um EM-endaspælið í Týsklandi í januar.

Tað gjørdist eit framúr endaspæl, í mun til millum annað drama, spenning og áskoðaraáhuga. Í heimildarfilminum eru lítil brot frá stórum løtum hjá tjóðum, sum stóðu seg óvæntað væl - millum annað Georiga, Eysturríki og Føroyar.

Brotið frá nærum ótrúliga føroyska janvnleikinum móti Noreg sæst ovast á síðuni - annars frá 12.28 til 12.53 í filminum.

Har er sjóneykan á serliga Danmark og Frakland, sum spældu eina ógvuliga spennandi finalu, og so eisini týsku vertirnar. Mathias Gidsel, Nikola Karatabtic og Andreas Wolff fortelja ymiskt, og nógv brot eru úr serliga seinastu dystunum.

Gidsel varð fyri stuttum kosin heimsins besti spælari, og hetta var seinasta EM-endaspælið hjá Nikola Karabatic, ið gevst á landsliðnum eftir OL á heimavølli í summar. Legendan endaði á toppinum í EM-høpi.

Sí allan heimildarfilmin á Youtube - HER

[object Object]Mynd: EHF

Vónandi verður hetta ikki seinasta endaspælið við føroyskari luttøku - allarhelst verður tað ikki tað.  HM-play off dystir móti Norðurmakedónia eru 8. mai og 12. mai - samanlagdi vinnarin skal við næsta januar - og undankappingin til EM byrjar í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder