25-ára gamla Lærke Nolsøe Pedersen er fødd í Aalborg og er uppvaksin í Danmark. Hon hevur tó verið í Føroyum áður, tí mamman er hálvur føroyingur. Omma Lærke Nolsøe búði í Vági.
Eftir dagsins dyst segði Lærke, ið skoraði fimm mál tann hálva tíman, hon spældi, at hon ikki hevði trúð, at hon fór at at spæla ein landsdyst í Føroyum - tað
- Tað var ein ógvuliga stuttlig uppliving at sleppa tað, og tað kitlaði eitt sindur eyka í búkinum áðrenn dystin. Mamma og pápi vóru eisini í høllini; tey eru her fyrst og fremst orsakað av konfirmatión.
Hon var ógvuliga nøgd við danska avrikið og serliga konsentratiónina og avrikið í verjustøðuna. Um føroyska liðið segði Lærke Nolsøe, ið til dagligs spælir í Viborg, at føroysla liðið kom betri við gjøgnum dystin og tað at fleiri leikarar spæla í til dømis Danmark kann menna liðið víðari; millum annað taktiskt.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald