Fótbóltur

Video: Týðandi málið hjá Andriasi og hálvfinalusigurin

Føroyski landsliðsmiðverjin javnaði í gjár fyri Wisla Plock. Sunnudagin spæla Andrias Edmundsson og teir avgerandi dyst um uppflyting til fremstu pólsku deildina.

2025-05-30 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði illa hjá Andriasi Edmundsson og Wisla Plock. Í 4. minutti kom eitt innlegg úr vinstru, sum endaði millum júst Andrias og vinstra vongbakkin hjá Plock. Eingin var heilt nær við bóltin og málskjúttan Polonia, og so var 0-1.

Málið sæst frá 0.45 í videobrotinum niðast í greinini

Andrias gjørdi tó støðuna heilt góða aftur, tá hann javnaði við einum ógvuliga góðum stútara eftir hornaspark. 24-ára gamli miðverjin var hægstur og fekk nógva ferð á bóltin.

Málið sæst frá 3.23 í videobrotinum niðast - stutt frammanundan hevði Andrias Edmundsson ein annan góðan møguleika eftir horna

Sí eisini: Andrias Edmundsson við til at bjarga Plok plássinum í play-off finaluni

Play-off hálvfinalan bylgjaði aftur og fram, og í 89. minutti avgjørdi fyrrverandi Liverpool-miðvallarin Dani Pacheco dystin við flottum frísparki. Harvið sendi spaiólin Wisla Plock í pla-off finaluna í næstbestu pólsku deildini.

Málið sæst frá 6.18 í videobrotinum niðanfyri

Andrias Edmundsson og teir spæla eina beinleiðis finalu um pláss í fremstu pólsku deildini sunnudagin 1. juni klokkan 15.30. Hann verður móti Legnica, ið Wisla Plock basti síðsta sunnudag.

Sí hæddarpunkt frá dystinum í gjár HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder