Eyðun Klakstein kunngjørdi fyrrapartin hópin til seinastu dystirnar í hesari Nations League-kappingini. Teir verða spældir í Armenia 14. november og Norðurmakedónia 17. november.
Fyribils høvuðsvenjarin setti orð á føroyska útgangsstøði og úttøkuna.
Um hugburðin:
- Vit kunnu ikki hugsa um, at vit eru so fá. Vit hava skapt so nógv: Innan vinnulív, innan mentan, innan list… og innan ítrótt. Sum føroyingar noyðast vit at hava eina grundleggjandi trúgv uppá, at tað ber til.
Um at Hallur Hansson og Páll Klettskarð eru við aftur:
- Tað vóru tríggir royndir spælarar, sum ikki hava verið við, ið vit fóru eftir. Tað er deiligt, at Hallur og Páll eru við aftur landsliðliðnum. Árni Frederiksberg fekk fyrispurningin men var ikki tøkur.
Um teir, sum hava verið á U21-landsliðnum:
- Har eru nógvir, sum hava staðið seg væl og fleiri frá átgangunum fara at gera vart við seg á A-landsliðnum næstu árini, vænti eg. Júst hesaferð var tað nokso upplagt, at tað vóruð hesir tríggir. Fyri meg burdi Noah Mneney verið á A-landsliðnum hvørjaferð. Ási Dam og Poul Kallsberg hava leingi staðið seg heilt væl í landskappingini og eisini í U21-undankappinigini.
Um Jóan Símun Edmundsson og teir “vrakaðu”:
- Vil ikki tosa so nógv, um teir sum ikki eru við. Har eru nakrir royndir og dugnaligir spælarar, men nú hava eg og Atli tikið avgerðirnar; partvíst eftir hópsamanseting og partvíst eftir “dagsformi”. Haldi hetta er ein spennandi hópur.
Um kravið um úrslit:
- Eru aftast í bólkinum og skulu fara eftir neyðugi stigunum, so vit lyfta okkum og ikki enda niðast í bólkinum: Um tað verða 1,2,3 ella fleiri stig (Føroyar eru eitt stig aftanfyri Lettland og tvey aftanfyri Armenia undan tveimum teimum seinastu umførunum).
Føroyar hava fýra venjingar hesa vikuna, áðrenn farið verður til Armenia mánadagin.
Sí alla samrøðuna ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald