18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen var herfyri úttikin til danska A-landsliðið við kvinnum til venjingarlegu og venjingardyst móti Eysturríki 28. februar.
Og í hesum døgum er danska kvinnulandsliðið á venjingarlegu í Marbella í Spania. Unga hoyvíkskvinnan er við á fyrsta sinni.
DBU hevur fylt henni á venjingarleguni, og burturúr er komið eitt seks minuttir langt innslag. Har greiðir hon millum annað frá, hvussu hon fekk boðini um úttøkuna, og hvussu tað er at vera nýggj í hópinum.
Sí innslagið niðanfyri:
Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur áður umboðað føroysk ungdómslandslið, men síðstu árini hevur hon spælt við U16, U17 og U19-landsliðunum hjá Danmark.
In.fo skrivaði í sambandi við úttøkuna, at um unga stjørnuskotið sleppur á vøllin fyri Danmark móti Eysturríki 28. februar, kann hon framvegis velja føroyska kvinnulandsliðið. Men spælir hon ein undankappingardyst fyri Danmark, fangar borðið, og kann ikki skifta aftur.
Dagliga spælir Jóhanna Fossdalsá Søresen við svenska BK Häcken og hevur veruliga gjørt vart við seg í Champions League kappingini.
(Mynd: BK Häcken)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald