Hondbóltur

Video:- Vit læra nógv og hugsa ikki so nógv um úrslitið

Óli Mittún heldur, at Føroyar spæla eini 40 "super minuttir", og at tað er "skeg við so stórari ábyrgd". Hevði tó hjálpt væl at havt Elias afturat, so tað fer at vera gott til dystirnar um stig í Norra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-09 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tormóður Petursson Djurhuus tosaði við Óla Mittún, sum tók stóra ábyrgd sum spælskipari í dag, nú Elias á Skipagøtu als ikki spældi.

Hoyr alla samrøðuna ovast

Sí eisini: Rói Ellefsen á Skipagøtu: - Taki teir minuttirnar eg fái

Nummar 78 var flúgvandi fyrstu løtuna, og hann fegnast um, at føroyska spælið fleyt so væl í umleið 40 minuttir.

- So skifta vit so at siga alt liðið, og tá verður tað sjálvandi trupult at fáa spælið at koyra beinanvegin. Italia spælir eisini væl, staðfestir 20-ára gamli GOG-spælarin.

Óli Mittún hyggur eisini frameftir í samrøðuni, og heldur at føroyska liðið fekk nógv burturúr í kvøld - hóast eitt keðiligt tap.



Les eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder