Nummar 91 hjá Føroyum er føddur í 2010, men Jónas Fossabrúgv smæðist ikki burtur í U18 EM-endaspælinum í Serbia, har teir flestur spælararnir eru frá 2009 ella 2008.
Høgri bakkurin er sprækin, snildur og kvikur og spældi aftur í dag ein flottan dyst. Hann skeyt fimm mál, vann fleri brotskøst og syrgdi fyri at Pólland gjørdi trok (álopsfeil) ofta. Mest týðandi støðan var tó, tá Fossabrúgv fangaði bóltin og legði upp til útjavnandi málið hjá Brandi Dánialsson í síðsta sekundi.
Sí hendingina og dramatisku seinastu løtuna her:
Men eisini stutt fyri steðgin gandaði hoyvíkingurin. Fyrst við at trekkja álopsfeil/ vinna trok ímóti sær fyri fjórðu ferð og síðani við at smoyggja sær dansandi framvið póllendingi og kasta bóltin afturum seg og í málið til 14-14.
Sí frálíka verjuspælið og ógvuliga flotta málið hjá nummar 91 ovast.
Til ber at síggja Jónas Fossabrúgv og hinar føroyingarnar royna at spæla seg í EM-fjórðingsfinaluna týskvøldið klokkan 18.30 - ókeypis á Portalinum. Hein dysturin verður móti Danmark.
(Mynd: Nikola Cimburovic)
U18 EM-endaspæl, bólkur III í miðumfarinum
1. Danmark 4 stig *
2. Spania 2 stig *
--------------------
3. Føroyar 1 stig **
4. Pólland 1 stig
*Hava stig við víðari frá innanhýsis uppgerð í bólkaspælinum
** Trý'arin kemur møguliga víðari
Tvey lið ovastu liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna. Møguliga 3. plássið er nóg mikið.
1. umfar, í dag mánadagin 3. august
Føroyar - Pólland 35-35 (16-15)
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald