Ein 35 ára gamal maður lat í gjár lív, eftir at hann var við í einum bardaga undan dystinum millum Inter og Napoli í Italia
Maðurin var við einum bólki av viðhaldsfólki hjá Inter, og varð árendur av einum afturlatnum lastbili. Maðurin og varð fluttur á sjúkrahús har hann lat lív.
Fýra av viðhaldsfólkunum hjá Napoli fingu skaða, og ein teirra varð stungin við knívi, skrivar BBC.
Áleið 10 afturlatnir lastbilar við viðhaldsfólki hjá Napoli komu til leikvølli ein tíma undan dystinum. Hesir megnaðu at koma inn um har teir ikki áttu at verða, og stutt eftir vóru teir umringaðir av meiri enn 100 fólki við stavum.
Maðurin, sum lat lív, hevði fingið seks ára bann frá at síggja fótbólt inni á leikvøllinum, fyri at hava verið við í einum bardaga fyri seks árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald