Hondbóltur

VÍF basti oddaliðnum

H71 tók oddasessin eftir dagsins dystir.

Dánjal Ragnarsson skoraði seks ferðir í Vestmanna, men VÍF helt annars Neistanum væl nirði í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson skoraði seks ferðir í Vestmanna, men VÍF helt annars Neistanum væl nirði í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-16 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar í Okkara-deildini hevur verið í dag. Tað gjørdist serliga spennandi í Vestmanna, har Neistin var á vitjan. Kyndil og H71 vunnu tryggar útisigrar.

VÍF sá út til at vera á veg ímóti einum tryggum sigri móti teimum bláu úr Havn, ið vóru oddalið undan umfarinum. Verjuparturin hjá vestmenningum eydnaðist sera væl í 1. hálvleiki, har Neistin bert skoraði 6 mál.

Tað gekk betri hjá neistamonnum at skora eftir steðgin, men fimm minuttir fyri tíð var heimaliðið a odda við fimm málum. Neistin skoraði fýra tey seinastu málini í dystinum og fekk spenning í aftur. Tað var tó ov seint, og VÍF fekk ein góðan sigur, ið ger oddin uppaftur tættari.

Á Skála var meira málríkt, og tað var javnt fram til seinastu løtuna av 1. hálvleiki, tá Kyndil sníkti seg nøkur mál framum. Í fyrru hálvu av 2. hálvleiki skoraði StÍF bert trý mál, meðan David Edvardsen og hinir hjá Kyndli tóku eina størri leiðslu. Kyndilsmenn eru bert tvey stig frá fyrsta plássinum nú.

Í Klaksvík var heimaliðið fyri stórtapið, tá H71 var á vitjan. Hoyvíkingar vóru á odda 8-1 um miðjan 1. hálvleik, og so var eingin ivi. Føroyameistararnir eru nú oddalið í Okkara-deildini fyri fyrstu ferð í ár. 

12.umfar: 

VÍF - Neistin 23-22 (11-6)

Toppskjúttar: Filip Jojic og Dánjal Ragnarsson 6 mál

StÍF -
Kyndil 26-33 (15-18)

Toppskjútti: 
David Edvardsen 10 mál

Team Klaksvík - H71 20-35 (10-17)

Toppskjúttar: Pætur Thomsen 10, Christoffer Madsen 8

Støðan eftir 12 umfør: 
1.H71 17
2.Neistin 16
3.Kyndil 15
4.VÍF 15
5.KÍF 11  
6.StÍF 8
7.Team Klaksvík 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder