Tveir dystir í Okkara-deildini vórðu leiktir í kvøld. Spælt var í Vestmanna og á Skála. Í báðum førum vann liðið, ið var favorittur undan dystinum.
Lagt var upp til ein meira spennandi dyst á vestara armi av Skálafjørðinum. StÍF hevur bast KÍF tvær ferðir í ár, men í kvøld vóru kollfirðingar sannførandi. Fyrstu løtuna fylgdust liðini, har heimaliðið oftast hevði leiðsluna. Men um miðjan hálvleik byrjaðu kollfirðingar at taka frá og teir skoraðu sjey mál á rað. StÍF skoraði ikki mál í næstan tíggju minuttir, og nógvir feilir vóru gjørdir.
Serliga var tað í verjupartinum, at KÍF domineraði. Munurin á stødd og styrki gjørdi, at teir meira lágvaksnu hjá heimaliðnum skuldi leggja meira fyri at skora enn KÍF. Í hálvleikinum vóru heili sjey mál á muni, og StÍF megnaði ikki at gera dystin spennandi aftur.
KÍF spældi ein góðan dyst, og gjørdi greitt at liðið vil bjóða av ímillum tey framstu. Rúni Joensen, ið er komin aftur á liðið, gjørdi stóran mun í bæði álop og verju. Hann var toppskjútti í dystinum við 10 málum. Sunnudagin tekur KÍF ímóti Kyndil, og kann tá minka um munin til 4. plássið.
Í Vestmanna var botnliðið væl við í 1. hálvleiki. Bæði VÍF og Team Klaksvík skutu heili 19 mál í 1. hálvleiki, og tað komu eins nógv mál í 2. hálvleiki. Har var tað tó heimaliðið, ið átti tey flestu. Vestmenningar drógu frá og miðskeiðis í hálvleikinum var dysturin so gott sum avgjørdur. VÍF tók sigurin, og legði seg aftur á odda í Okkara-deildini.
StÍF - KÍF 24-31 (10-17)
VÍF - Team Klaksvík 42-34 (19-19)
Í morgin kl.20.00: Kyndil - H71
Støðan í Okkara-deildini:
1.VÍF 21 (15 dystir)
2.Neistin 20 (14 dystir)
3.H71 18 (13 dystir)
4.Kyndil 17 (14 dystir)
5.KÍF 14 (15 dystir)
6.StÍF 8 (14 dystir)
7.Team Klaksvík 2 (15 dystir)
Hondbóltur
VÍF aftur oddalið - KÍF vann greitt á Skála
Kollfirðingar jagstra framvegis 4. plássið. Í Vestmanna var málveistla.
Kollfirðingar vunnu á útivølli í kvøld og eru nú trý stig frá 3. plássinum (Savnsmynd/Sverri Egholm)
2019-01-16 21:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald