2023-10-15 20:35
VÍF - Vestmanna Ítróttarfelag: Okkara menn hava tryggjað sær víðari luttøku til triðja umfar í Evropa Cup. Tað gjørdist greitt, tá teir í kvøld vunnu seinna dystin ímóti Esch úr Luksemburg. VÍF vann 30-28. Í gjár vann VÍF 31-30.
Teir í gulum og bláum spældu ein sera góðan fyrra hálvleik, har teir serliga stóðu væl í verjuni.
Tá farið varð undir seinna hálvleik, var VÍF á odda við fýra málum, men eins og í dystinum í gjár, varð leiðslan etin upp. Filip Jojic varð mansvardur og tað tyktist at órógva okkara spæl, samstundis sum verjan misti takið einu løtuna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Ecsh leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.
VÍF raknaði tó við aftur og síðstu 10 minuttirnir gjørdust ógvuliga spennandi, har tað eins og í gjár ongantíð var meira enn eitt mál á muni. Okkara menn stríddust framúr væl, sum varð avgerandi fyri, at sigurin fór til Vestmannar
Hjartaliga til lukku allir leikarar og vestmenningar
Málskjúttar:
Kristoffur Bjørgvin 8
Filip Jojic 8 (2)
Andrias Eriksen 6
Hallur Arason 2
Djóni Bárðarson Nielsen 2
Tróndur Johnson 1
Eyði Bjargarson 1
Jóhannus Bjørgvin 1
Jón Múller 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald