Guli múrurin og spælararnir í gulum og bláum fegnast nú. Mansliðið hjá VÍF hevur í kvøld spælt í sínu fyrstu steypafinalu síðani 2015. Eins og tá var Neistin mótsstøðuliðið, og eins og fyri níggu árum vann VÍF á teimum í bláum úr høvuðsstaðnum. Tá var bert eitt mál á muni - hesaferð var stórur munur á máltalvuni á Hálsi.
Neistin byrjaði annars væl betri. VÍF gjørdi fleiri teknisk mistøk, Sasha í Neista-málinum hevði fleiri bjargingar, og teir í bláum spældu klókt og komu til góðar møguleikar fyrstu tjúgu minuttirnar.
Bjargingar vantaðu eisini í VÍF-málininum, men so kom Brandur Silvurstein inn í málið, og so líðandi gav ungi málverjin Neistanum størri og størri høvuðbrýggj saman við einari fysisikari verju. Tað var harvið ikki Mladen Mjerimacka, men 21-ára gamli Brandur - ið var við til European Open-gullið á sinni - sum gjørdist ein av stóru hetjunum hjá vestmenningum. Hann varð eisini valdur til dagsins spælara.
Filip Jojic kom inn og gjørdi bart - royndi skjúttin fekk nógv mál, ið sóu einføld út, meðen Neistin noyddist at stríðast ógvuliga hart fyri at skora (Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
VÍF kom fyrstu ferð á odda, tá átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tá var Filip Jojic komin inn. Tað at stóri skjútin byrjaði uttanfyri vísir, hvussu stóra breidd og styrki VÍF hevur, og hetta var eisini ein av stóru muninum í finaluni. Filip skoraði seks mál seinastu løtuna fyri steðgin, tá VÍF í roynd og veru avgjørdu dystin.
Neistamenninir royndu, men teir megnaðu ikki at bjóða av aftur í hesum dystinum. Til tað vóru vestmenningar ov góðir, hóast teir ikki foldaðu seg heilt út: Teir høvdu fleiri steingir at spæla uppá, lættari við at skora, og Brandur Silvurstein og hinir vardu fyri nógvum.
Áskoðarnir vóru ógvuliga væl við allan vegin, og seinastu løtuna var tað bert niðurteljing. Áttanda steypagullið hjá VÍF-monnunu var staðfest við átta-máls sigri, og eftir stórt hátíðarhald verður í kvøld, verða eyguni hjá VÍF vend ímóti at taka greipuna.
Faxe Kondi-finalan hjá monnum
Leygardagin 17.02
VÍF - Neistin 31-23 (17-12)
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 11-11
25 min: 13-11
30 min: 17-12
35 min: 20-14
40 min: 22-14
45 min: 24-16
50 min: 26-19
55 min: 28-21
60 min: 31-23
Toppskjútti: Filip Jojic 12 (2)
Flest Bjargingar:
Brandur Silvurstein (VÍF) 12 - Dagsins spælari
Útvísingar:
VÍF: 2
Neistin: 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald