Eitt mál skilti liðini frá fyrru hálvfinaluni, sum varð leikt mikudagin, og tískil var alt opið tá Kyndil var á vitjan í Vestmanna í kvøld til seinnu hálvfinaluna.
VÍF fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 5-0. Kyndil fekk vent tí aftur, og støðan í steðginum var javnt 16-16.
Men tíggju minuttir inn í seinan hálvleik fóru vestmenningar frá kyndilsmonnum, og løgdu seg á odda við fýra málum. VÍF helt støðuna til móti endanum tá nakað av fjáltri kom á teir gulu.
Tá bara fýra minuttir vóru eftir, var støðan 30-28 og veruligur spenningur kom í. Men tað var ov knapt hjá kyndilsmonnum, sum skuldi vinna við tveimum málum, og úrslitið gjørdist 33-28 til VÍF.
Frøi á vestmenningum (Mynd: Andrei Antal)
Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at VÍF er í steypafinaluni.
Hitt finaluliðið skal finnast í morgin, tá kollfirðingar taka ímóti Neistanum. KÍF vann fyrru hálvfinaluna 19-20.
Sí eisini: Myndir: Vestmenningar í steypafinalu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald