Tað er ikki longur upp til Vestmanna Ítróttafelag sjálvt at avgera um dysturin skal spælast av nýggjum ella ikki. Dysturin SKAL spælast av nýggjum.
Tað er niðurstøðan hjá dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum, sum nú hevur viðgjørt dystin millum menninar hjá VÍF og Neistanum 11. oktober, sum endaði javnt, 35-35.
Tað er ásannað, at eitt mistak varð gjørt av dómaraborðinum, so at Neistin í eini støðu fekk tillutað eitt mál av órøttum.
VÍF kærdi beinanvegin til aganevndina hjá hondbóltssambandinum, sum gav kæraranum rætt, men avgjørdi, at dysturin kundi spælast av nýggjum, um VÍF ynskir tað.
Við hesi avgerð er vandi fyri, at VÍF eins væl kann tapa ein møguligan umdyst, og hetta vildu vestmenningar ikki góðtaka, og kærdu tí víðari til dómsnevndina. VÍF ynskir eina avgerð, sum sigur, at teir hava vunnið dystin.
Men hetta hjálpti ikki.
Dómsnevndin hevur nú viðgjørt málið, og niðurstøðan her er at dysturin skal spælast av nýggjum.
Dómsnevndin er ovasti kærumyndugleikin innan hondbóltssambandi. Skal málið kærast víðari, skal tað viðgerast av ítróttadómstólinum hjá ÍSF.
Í dómsnevndini hjá HSF sita Kristian Johansen, Margrid Weihe og Súsanna Leo.
VÍF og Neisein hittust aftur í Burn deildini í gjárkvøldið, tá í Vestmanna. Heistin vann henda dystin 34-28.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald