Hondbóltur

VÍF og Neistin vístu styrki

Neistamenn eru aftur á odda og vestmenningar bjóða av álvara av. Kvinnurnar hjá VÍF eru nú greitt oddalið.

Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum í sigrinum á KÍF í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum í sigrinum á KÍF í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í fremstu hondbóltsdeildinum vórðu leiktir í kvøld. Tveir dystir í Okkara-deildini og ein dystur í SMS-deildini vóru á skránni, nú seinasti dystirnir undan jólasteðginum vórðu leiktir. 

Kvinnuliðini hjá StÍF og VÍF løgdu út á Skála. Har var eingin slingur í valsinum hjá greipuvinnarunum, ið vunnu við tíggju málum. Heimaliðið kom annars væl út til dystin, men miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði VÍF fingið tamarhald á støðuni. Vestmannakvinnur eru nú fimm stig á odda í SMS-deildini. Í morgin hittast H71 og Kyndil í Hoyvík, har eitt a vliðunum kann at minka um munin til VÍF. 

Beint eftir kvinnudystin fóru fremstu mansliðini hjá feløgunum á vøllin. StÍF skuldi vinna fyri at halda lív í vónini um topp-fýra. VÍF skuldi royna at byggja uppá eftir  góða sigurin á Neistanum í vikuskiftinum. Í 1. hálvleiki leikaði sera javnt á, og tað var bert eitt mál, ið skilti liðini í steðginum. 

Tað tyktist tó sum um, at heimaliðið skuldi brúka meira orku uppá at skora málini, og marginalirnir koppaðu til VÍF, ið eisini vístu gott verjuspæl og yvirhøvur hegni í sínum spæli. Útiliðið kom væl betri út til 2. hálvleik, og StÍF gjørdi fleiir villur í 2. hálvleiki, ið kostaðu. Eftir nakrar minuttir hevði VÍF eina fimm-máls leiðslu, og hóast heimaliðið stríddist væl, so komu teir ongantíð heilt tætt uppá vestmenningar. 

Í Høllini á Hálsi var Neistin greitt omaná móti KÍF. Tað gekk væl hjá heimaliðnum at skjóta mál, og tíðliga í 2. hálvleiki var dysturin avgjørdur. Harvið er Neistin aftur á fyrsta plássið í Okkara-deildini og heldur jólafrí har.  


SMS-deildin: 
StÍF - VÍF 18-28 (9-17)

Toppskjútti: Durita C. Jojic 9 mál

1. VÍF (18 stig) *
2. H71 (13 stig)
3. Kyndil (12 stig)
4. Neistin (11 stig)
5. Stjørnan (7 stig)
6. StÍF (1 stig) *

* Ein dyst fleiri

Í morgin: 18.30: H71 - Kyndil  


Okkara-deildin: 


StÍF - VÍF 22-26 (11-12)

Toppskjúttar: Rani A. Højgaard 9 mál, Andrias Eriksen 9 mál        
         
Neistin - KÍF 31-25 (17-9)

Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 7 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 8 mál

1.Neistin (18 stig)
2.H71 (17 stig) *

3.VÍF (17 stig) 
4.Kyndil (15 stig) *
5.KÍF (11 stig)  

6.StÍF (8 stig)
7.Team Klaksvík (2 stig) *

* Ein dyst færri

Í morgin: 20.00: Kyndil - Team Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder