Fótbóltur

VÍF stendur nú við endaligu avgerðini

Felagið úr Vestmanna skal í seinasta lagi klokkan 15 í morgin boða frá, um ynski er at spæla ein nýggjan dyst móti Neistanum. Dysturin endaði við javnleiki, tí Neistamenn fingu skrásett eitt mál, ið ongantíð varð skorað.

John Larsen, venjari hjá VÍF, var ógvuliga ónøgdur eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

John Larsen, venjari hjá VÍF, var ógvuliga ónøgdur eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

11. oktober spældu bestu mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Høllini á Hálsi í Burn-deildini. Tað endaði 35-35, men Neistin skoraði bert 34 mál í dystinum. Á dómaraseðlanum varð eitt mál ov nógv skrásett til heimaliðið, og VÍF legði protest og kærdi til Aganevndina hjá Hondbóltssambandinum. 

Aganevndin hevur nú tikið avgerð um kæruna um "spøkilsismálið" ella "huldumálið". Niðurstøðan er, at dysturin kann/skal spælast av nýggjum, um VÍF ynskir hetta.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá fyrrpartin. 

Harvið er tað ikki vist, at VÍF fer at fáa nakað burturúr, at liðið skoraði eitt mál meira í dystinum 11. oktober.

VÍF skal boða HSF frá, um felagið ynskir nýggjan dyst í seinasta lagi hósdagin 29. nov. kl. 15.00. Um ikki, so endar tað við at liðini fáa eitt stig hvør.

Úrskurðurin kann lesast her

Her eru brot úr honum: 
- Skrivarin metti skot (mál 24) hjá Jónsveini Dulavík fara í mál og skundaði
sær at skriva og sá tí ikki, at málverjin hjá VÍF fór afturum málið eftir bóltinum. Tær harmast um mistakið, men gjørdu eftir bestu sannføring.

- Aganevndin kann sambært § 6a, stk. 3 í viðtøkunum hjá HSF m.a. áseta, smb.
nr. 3 døma eitt lið at missa stig og/ella mál í einum dysti
nr. 4 áseta at nýggjur dystur skal spælast
nr. 5 at flyta stig til móttstøðuliðið

- Aganevndin metir, at ein ikki kann útiloka, at gongdin í seinastu 8 minuttunum av dystinum hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni og tískil er aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal/kann spælast millum liðini, treytað av at VÍF ynskir at leika nýggjan dyst. Aganevndin er av teirri fatan, at tá dysturin endaði við javnleiki, nýtist nýggjur dystur ikki
neyðturviliga ítróttarliga ella kappingarliga verða í áhuga VÍF´s. Við nýggjum dysti kann VÍF vinna eitt eyka stig, men eisini risikera at missa eitt stig.

- Aganevndin vil tískil lata tað vera upp til VÍF, at gera av um teir ynskja at leika nýggjan dyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder