Hondbóltur

VÍF tók bronsuna eftir tættan klassikara

Kyndil tapti aftur ein ógvuliga tættan dyst í Vestmanna í dag.

VÍF vann bronsudystin á Kyndil
(Mynd: jn.fo)

VÍF vann bronsudystin á Kyndil (Mynd: jn.fo)

2019-03-30 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru tvey ógvuliga vónbrotin lið, ið hittust í Vestmanna í dag til bronsudyst. Vestmenningar og kyndilsmenn taptu í triðju hálvfinalunum mikukvøldið, har tað serliga hjá Kyndli var talan um stórt vónbrot. 

Liðini vóru tó ikki meira ávirkaði av tí enn so, at tað gjørdist talan um ein góðan og tættan dyst í dag. VÍF og Kyndil fylgdust so at siga allan vegin. Fyrri hálvleikur var málríkur; 16 mál í part. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum kom heimaliðið á odda við trimum málum, men Kyndil megnaði kortini at gera tað spennandi heilt til endans.

VÍF helt fast og fekk bronsuheiðursmerki eftir dystin. Nú eru hesi liðini liðug í hesum kappingarárinum. Fyrsta FM-finalan verður leikt klokkan 18.00 í morgin.

Okkara-deildin - Dysturin um 3. plássið
VÍF - Kyndil 29-28 (16-16) 

Toppskjúttar: Filip Jojic 9 mál, Tummas Pauli Hanusarson 6 mál 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder