
Seinasta umfarið í gundspælinum í Burn-deildini varð spælt seinnapartin. Har kom tað endaliga uppá pláss, at VÍF er beinleiðis í hálvfinaluni saman við Kyndli, og hvussu tær báðar FM-fjórðingsfinalurnar hjá monnum síggja út.
18. og seinasta umfar í Burn-deildini
Sunnudagin 30. mars
Neistin - H71 26-30 (10-15)
VÍF - Kyndil 33-26 (19-13)
StÍF - KÍF 30-24 (14-13)
Meira um dystirnar við at trýsta á teir á forsíðuni á Portalinum
Kyndil hevði fyri einari tíð síðani tryggjað sær annað beinleiðis plássið í hálvfinaluni. Tey trý liðini, sum enn kundu vinna sær hitt, vunnu øll í dag.
VÍF tók ímóti júst Kyndli, og heimaliðið var greitt omaná. Tað sást, hvør hevði meira at spæla fyri. Vestmenningar fingu veruliga sítt álopsspæl at at flóta, og frá tí VÍF fór frá seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin, kom spenningur ongantíð aftur í dystin. Sjúrður Olsen varð toppskjútti hjá vestmenningum, sum eisini partvíst vístu, at teir kunnu koppa Kyndli í møguligum finaum.
H71 og StÍF gjørdu sítt, men hjá teimum verður neyðugt at spæla fjórðingsfinalur. Tær vera móti somu liðum, sum tey spældu móti í dag. H71 hevur Helga Hildarson Hoydal aftur og vann trygt á Hálsi - Neistin skal til Hoyvíkar í fjórðingsfinaluni. StÍF vann við seks málum á KÍF. Eitt slag av endurtøku verður skjótt á Skála.
Endaliga støðan í grundspælinum:
1. Kyndil 26 stig
2. VÍF 23 stig
------------------
3. H71 23 stig
4. StÍF 22 stig
5. KÍF 16 stig
6. Neistin 14 stig
---------------------
7. Team Klaksvík 2 stig
FM-fjórðingsfinalurnar í apríl:
H71 - Neistin
StÍF - KÍF
Talan er um ein einstakan dyst. Vinnarin fer beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, har ávikavist Kyndil og VÍF bíða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald