Hondbóltur

VÍF vann bólkafinaluna móti H71 - steypahálvfinalurnar nærkast

30-36 í Hoyvík har vestmannakvinnur vitjaðu. Harvið er greitt, at VÍF og Neistin spæla hálvfinalu, og at H71 skal royna seg móti steypavinnarunum úr Kyndil.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gav H71 høvuðbrýggj og verður týðandi fyri VÍF í stríðnum um steypið (Mynd: AVA Photography)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gav H71 høvuðbrýggj og verður týðandi fyri VÍF í stríðnum um steypið (Mynd: AVA Photography)

2026-01-28 21:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í steypakappingini hjá kvinnum varð spældur í kvøld. Hann var í Hoyvík, har H71 og VÍF spældu um 1. plássið í bólki 2.

Tað var útiliðið, sum var omaná. Vestmannakvinnur spældu góðan hondbólt og skoraðu 18 mál í hvørjum hálvleiki. Í stegðinum var munurin fýra mál, og hóast H71 nærkaðist eina løtu, so varð ikki veruligur spenningur um útfallið.


Ingibjørg Olsen og Fríða Nolsøe Olsen skoraðu seks mál hvør fyri barndómsfelagið, og í álopinum skaraðu bæði unga Gunnvá Bárðardóttir Nielsen og landsliðsspælarin Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen uppaftur meira burturúr fyri VÍF - ávikavist 8 og 9 mál.

Hjá H71 hjálpti tað samanlagt ikki, at Maria Halsdóttir Weyhe stórspældi við millum annað 10 málum.

Sí dómaraseðilin her

Harvið vinnur VÍF bólkin við fullum stigatali og skal spæla móti nummar tvey úr honum bólkinum, Neistanum, um finalupláss.

H71 og Kyndil, sum spældu FM-finalur í fjør, bresta saman í hinari hálvfinaluni.

Hálvfinalurnar verða spældar í viku 7, sum er í døgnum frá 9. til og við 15. februar. Endaligu dagfestingarnar verða greiðar skjótt.

Liðini spæla heima og úti móti hvørjum øðrum og samanlagdi vinnararnir spæla um steypagullið við Tjarnir leygardagin 21. august.

Sama er galdandi hjá monnum. Har verður grannauppgerð í høvuðsstaðnum og stríð millum hoyvíkingar og kollfirðingar í aðru vikuni í februar

Sí eisini: Kyndil vann seg í hálvfinalurnar við sigri á StÍF



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder