Fótbóltur

VÍF vann fyrstu finaluna

Stórskjúttarnir hjá VÍF tóku ábyrgd í inntensa dystinum í Vestmanna, har heimaliðið var omaná meginpartin av dystinum. H71 skal millum annað betra um verjuna og minka um tekniskur villurnar mikukvøldið.

Hallur Árason skorar her eitt av sínum átta málum fyri VÍF í fyrsta finalusigrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Árason skorar her eitt av sínum átta málum fyri VÍF í fyrsta finalusigrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-06 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð sum væntað ein inntens og tøtt finala í Vestmanna í dag. Talan var um fyrstu finaluna, og talan varð ikki um tað flottasta hondbóltsspælið. H71 fekk sjálvdan tingini at hanga ordliga saman. Vestmenningar vóru stinnari, og profilarnir gjørdust avgerandi.

Fyrstu løtuna leikaði tað sera javnt á, og liðini skiftust so at siga at skora teir fyrstu tjúgu minuttirnar. Hjá VÍF var tað serliga hávaksni høgri bakkurin úr Kvívík, Hallur Árason, ið gekk á odda í byrjanini, áðrenn Filip Jojic av álvara tók við - Mladen Mjerimacka hevði seks bjargingar fyrsta korterið.

Hóast Petur Krogh fekk nøkur góð mál, so hevði H71 tað trupult í spælinum mitt fyri í fyrra hálvleiki. Miðblokkurin hjá VÍF var ofta sterkur. Tað eydnaðist ikki so væl við skotum og øðrum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, sum ofta fyrr í ár, og strikuspælið riggaði ikki. Tó vóru vengirnir - í fyrra hálvleiki serliga 17-ára gamli Rói Sejer Hjaltason til vinstru - ljóspunkt.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

[object Object]
Rói Seyer Hjaltason skorar her kaldliga (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Sum heild gjørdu hoyvíkingar alt ov nógvar tekniskar og persónligar villur. Seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin fór VÍF avstað, og fyriuttan fyrstu løtuna av seinna hálvleiki - tá VÍF spældi uttan Filip Jojic (slag í høvdið), og H71 kom á javnt - hevði heimaliðið tamarhaldið á dystinum.

VÍF fekk ikki allatíðina loyst upp fyri H71-verjuni, men hon var tó ikki eins sterk sum í mongum av undanfarnu dystunum - tað hongur millum annað saman við, at skaddi Sveinur Olafsson manglaði. Tá stígur kom í, tóku Hallur og Filip ábyrgd og skoraði nógv góð mál. Teir skoraðu samanlagt tjúgu av teimum 30 málunum hjá heimaliðnum. Sjúrður Olsen var eisini, fyriuttan eitt brotsskast á stongina, tryggur og fekk fimm mál.

Tað var allatíðina ein ávísur spenningur í, men munurin seinasta stóra korterið kom ongantíð undir tvey mál. VÍF vann uppiborið og byrjar harvið røðina væl. Liðini hittast aftur í Hoyvík mikudagin klokkan 17.30.

[object Object]

[object Object]
Tað vóru heimaáskoðarnir, ið veruliga kundu fegnast í dag (Myndir: Jens Kr. Vang)

FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 1 - leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
VÍF - H71 30-26 (14-11)


Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hallur Árason 8 mál - Bogi Hansen og Peter Krogh 7 mál

Sí dómaraseðil her
 
Dystargongdin 
5 min: 3-2
10 min: 4-4
15 min: 7-6
20 min: 8-8
25 min: 12-10

30 min: 14-11

35 min: 14-14
40 min: 16-16
45 min: 19-17
50 min: 22-20
55 min: 26-24

Útvísingar: 
VÍF: 5
H71: 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder