Hondbóltur

VÍF vann oddadystin

Kvinnurnar úr Vestmanna fóru avstað við øllum í oddadystinum, tá Kyndil vitjaði í kvøld.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 20:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein dystur var á Skránni í SMS-deildini í kvøld, har finalistarnir seinastu tvey árini VÍF og Kyndil hittust.

VÍF vann dystin 26-22, eftir hálvleikstøðuna  13-11. Liðini lógu á ávikavist øðrum og triðja plássi undan dystinum, men við sigrinum í kvøld kom VÍF uppá 10 stig, sum er tað sama sum H71 hevur, men VÍF hevur betri málmun, og hevur tí lagt seg á odda í deildini.

SMS-deildin

VÍF – Kyndil 26-22 (13-11)

Toppskjúttar:

Durita Jojic 9

Støðan:

VÍF 10 stig  
H71 10 stig
Kyndil 6 stig
Neistin 4 stig
STÍF 4 stig
Stjørnan 2 stig
VB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder