Fótbóltur

VÍF vann við einum máli í Luksemborg

31-30 til føroyska liðið og alt opið undan seinna dystinum, sum verður spældur í morgin. Føroyingafeløg í Íslandi vunnu eisini fyrra dystin í 2. umfari í European Cup.

Jóhannes Bjørgvin, ið skoraði seks mál fyri VÍF í Luksemborg í kvøld. Vestmenningar høvdu greiða leiðslu í fyrra hálvleiki, misti hana men vendi tí aftur seinastu løtuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannes Bjørgvin, ið skoraði seks mál fyri VÍF í Luksemborg í kvøld. Vestmenningar høvdu greiða leiðslu í fyrra hálvleiki, misti hana men vendi tí aftur seinastu løtuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-14 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF spældi í kvøld sín fyrsta evropeiska dyst í 25 ár, og hann endaði við sigri til felagið úr Vestmanna í Luksemborg.

Talan var um fyrra dystin í 2. umfari í European Cup, og hetta var ein tættur dystur. Vinnararnir av grundspælinum í fjør spældu seg til níggju skot fleiri enn Handball Esch. Heimaliðið vísti tó meira skerpni í skotunum, og tí varð munurin bert eitt mál. VÍF brendi eisini millum annað tvey brotsskøst í dystinum - helmingin.

Vestmenningar byrjaðu annars betri, vóru á odda bæði 5-1 og 6-2 og vóru í løtum í 1. hálvleiki uppi á +5. Esch fekk tó minkað um munin seinastu løtuna fyri steðgin. 

15-17 tá liðini fóru at hvíla seg, og í tað bylgjaði aftur og fram eftir steðgin. Í seinna helmingini lá tað meira til heimaliðið. Tað var 30-29, men tvey tey seinastu málini í dystinum skoraði VÍF, og harvið endaði tað 31-30.

Harvið umráðandi sigur, sum tó kanska kundi verið størri. Tað var tó umráðandi, at føroyska liðið fekk tað at koppa yvir aftur til sín og harvið hevur yvirtakið undan seinna dystinum, sum verður klokkan 18 í morgin.

[object Object]
Til tíðir fekk Esch veruliga ikki tálma Filipi Jojic, ið skeyt 11 av teimum 31 málunum hjá VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Filip Jojic gekk á odda fyri VÍF. Bakkurin við bosniska upprunanum skoraði ellivu mál. Hallur Árason og Jóhannes Bjørgvin gjørdu seks mál hvør.

Sí dómaraseðil - ið ikki er endaliga váttaður - her.

Íslendsku liðini Valur og ÍBV spældu eisini á útivølli í sama umfari. Liðið av Vestmannaoyggjunum er, eins og VÍF, í Luksemborg og spælir báðar dystirnar. Dánjal Ragnarsson og liðfelagirnir vunnu 34-30 í fyrra dystinum í kvøld móti Differdange og liggja harvið væl fyri til at koma víðari. Dánjal hevði eitt skot og eitt mál.

Allan Norðberg skoraði tvey mál, tá Valur vann við trimum málum í Estlandi. Pölva Serviti fekk minkað eitt sindur um munin eftir steðgin; tað er rímiliga opið eftir 29-32 í fyrra dystinum. Eins og ÍBV og VÍF, spælir liðið úr Reykjavík við strandingi í hópinum, seinna dystin í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder