Fótbóltur

Víkingarnir eru komnir til Andorra

Talan hevur verið um langan ferðadag hjá steypavinnarunum, sum seinnapartin hósdagin spæla í Conference League. Mótstøðuliðið sendi HB út í 2021.

Í fjør spældi Víkingur móti liðið av Gibraltar í 1. umfari - Olaf Bárðarson skoraði málið í dystinum á Tòrsvølli við beinleiðis frísparki (Mynd: Bjarni Enghamar)

Í fjør spældi Víkingur móti liðið av Gibraltar í 1. umfari - Olaf Bárðarson skoraði málið í dystinum á Tòrsvølli við beinleiðis frísparki (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-07-10 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av teimum fýra føroysku liðunum, sum í hesi vikuna skulu í evropeiska eldin, byrjar ta eina á útivølli. Talan er um Víking, sum hósdagin skal spæla í Andorra. Mótstøðuliðið hjá føroysku steypavinnarunum er steypavinnarin úr Andorra, Inter Club D'Escaldes. Liðið ljóðar kanska nakað kent fyri fleiri føroyingar, tí hetta var liðið, sum fyrraárið sendi HB úr undanumfarinum í Champions League. 

Tað gjørdist seinasti dystur hjá Jonas Dal Andersen við róðrið í HB. Nú vóna teir úr Andorra, sum seinastu árini hava vunnið fleiri steyp, at tað eydnast at senda eitt føroyskt lið út aftur.

Víkingur kom í fjør víðari úr 1. umfari í Conference League. Liðið úr Eysturkommunu vann báðar dystirnar á Evropa FC úr Gibraltar. Inter Club D'Escaldes er helst á líknandi stigi - kanska líka lægri - og lagt er upp til tætta og spennandi uppgerð.

Ferðin hjá steypavinnarunum byrjaði heilt tíðliga í morgun. Ferðalagið fór við morgunflogfarinum úr Vágunum, og síðani var nakað av bíðitíð í Kastrup, áðrenn leiðin gekk til Spania.

[object Object]
Seks ungir víkingar og Thiago Alcantara í Barcelona (Mynd: Víkingur)

Har rendu nakrir seg í Thiago Alcantara, spanska miðvallaran hjá Liverpool. Hann hevur eina fortíð í FC Barcelona. Eftir at víkingarnir lendu í størsta býnum í Katalonia, gekk leiðin við bussi til Andorra. Lítla landið liggur millum Frakland og Spania, og tað tók umleið tríggjar tímar at koma fram.

Tað var beint eftir klokkan níggju føroyska tíð, at føroyska ferðalagið endiliga var uppá pláss í Andorra. Nú er tað hvíld, og í morgin venur Víkingur. 

Dysturin í 1. umfari í UEFA Europa Conference League millum Víking og Inter Club D'Escaldes byrjar hósdagin klokkan 16. Televarpið vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder