Ein dystur í 18. umfari í Meistaradeildini verður spældur í dag. Hann er í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti B68. Fyrsta bríksl verður klokkan 15
Heimaliðið kann við sigri lyfta seg upp á 3. pláss og nærkast KÍ og NSÍ. B68 kann vinna seg uppum niðurflytingarstrikuna.
FM1 er á staðnum og sigur frá dystinum. Tað verður við Brynjari Jacobsen Poulsen sum frásøgumanni og Gert Hansen sum viðmerkjara.
Í kvøld verður sami Brynjar til reiðar aftur við 3. hálvleiki, har tikið verður samanum dystirnar higartil í umfarinum, og hugt verður fram til dystirnar í morgin.
Sí eisini: Dystirnir hjá Evropa-liðunum eru fluttir til mánakvøldið
![]()
Brynjar Poulsen til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)
Niels Petersen, frásøgumaður hjá Televarpinum vitjar, og nógvar samrøður og vernjarar vera at hoyra. Hetta frá klokkan 19.30.
Sendingin kann aftaná hoyrast á fm1.fo ella á Portalinum, og verður 3. Hálvleikur endursendir á FM1 mánamorgunin klokkan 09.
18. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 9. august
15.00: Víkingur - B68 (FM1)
Í morgin, mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB (FM1)
19.00: NSÍ - Skála (FM1)
Fríggjadagin 7. august
07 Vestur - EB/Streymur 3-2 (2-2)
11' Jonathan Flensborg 1-0
22' Marius Nielsen 1-1
25' Jonathan Flensborg 2-1
29' Gutti Dahl-Olsen 2-2
70' Edvin Jakobsen 3-2
Hoyr eisini samrøður, sum Trygvi Absalonsen gjørdi við venjararnar báðar:
Sigfríður Clementsen: - Vit spæla undir støðið í kvøld
Tór-Ingar Akselsen: - Leikararnir hjá 07 Vestur vísa stóran stríðsvilja
FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku. Talan var um dyst í 18. umfari
Støðan í løtunI:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald