Fyrsti dysturin í 2. umfari varð spældur í Sarpugerði í kvøld. Talan var um stóruppgerð millum "nýggja HB-liðið" og Víking, ið hevur tikið stór fet fram undir Jóhan Peturi Poulsen. Bæði liðini høvdu trý stig undan dystinum.
Tey flestu, ið viðmerkja fótbólt og kjakast um tað, vænta, at Víkingur veruliga kann bjóða av um FM í ár. Um tað verður so er ógvuliga tíðliga at siga, men úrslitið í kvøld er í øllum førum eitt gott fet á leiðini.
Í samstarvi við dystir.fo, har fleiri smálutir kunnu síggjast (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini meira á beinleiðis blogginum her
Dysturin skuldi hava eina løtu at "seta seg". Vindurin darvaði nakað fyrstu løtuna, men tað gjørdist skjótt greitt, at Víkingur hevði yvirvág og meira at bjóða uppá. HB hevði einstakar kontrastøður, men Víkingur skapti størri og størri møguleikar.
Jákup Johansen hevði tvey góð skot av brotsteigarmarkinum í 1. hálvleiki: Teitur Matras Gestsson noyddist at toyggja seg veruliga fyri at bjarga tí eina - hitt fór beint framvið. Finnur Justinussen var ógvuliga nær við at prika bóltin í málið eftir eitt av góðu gjøgnumbrotunum í síðuni, men eins í øðrum førum var gott verjuspæl hjá Bartali Wardum við at forða fyri Víkinga-málið.
Tíggju minuttir fyri steðgin brast fyri nev: Eftir horna úr høgru stútaði Finnur við aftaru stong, Teitur bjargaði við beininum, men í málteignum var Geza David Turi knappur. Eyðsýndi miðvallarin legði bóltin til rættis og smekkaði hann í HB-málið.
Geza David Turi hevur her lagt Víking á odda (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Justinussen var ein verulig hóttan hjá Víkingi í kvøld. Hann var við í fyrra málinum, skoraði tað seinna og var ógvuliga nær við at fáa fleiri (Mynd: Sverri Egholm)
HB var meira lívligt eftir steðgin. Liðið hjá Adolfo Sormani helt fram at arbeiða hart og flutti seg longur fram á vøllinum. Hetta gav tó eisini betri pláss til Víking, og tvey góð álop vóru ógvuliga nær við at geva mál.
Tað seinna endaði við, at Teitur stórbjargaði stútara frá Finni Justinussen. Horna úr vinstru, sum vælspælandi vinstri kanturin Poul Kallsberg legði hart og væl innfyri. Nummar 17 hevði runnið seg frían, og Finnur rakti bóltin perfekt við høvdinum: 2-0, 58 minuttir spældir og so sóu trý stigini út til at vera nærum í pottinum hjá heimaliðnum.
Víkingarnir fegnast um seinna málið hjá sær í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Danin Jakob Johansson skoraði sítt fyrsta mál í Føroyum, tá hann fekk prikað bóltin í Víkinga-málið (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var triðja málið í ár, sum HB lat inn uppá hornaspark. Víkingur var eisini nær við at økja til 3-0 stutt eftir 2-0 málið.
Sammy Skytte, Jakob Johansson og Samuel Johansen Chukwudi komu á vøllin, og í 73. minutti fekk Johansson prikað bóltin framvið Bárði á Reynatrøð. Hetta var eftir skjótt álop hjá HB í sínari høgru, meðan Ingi Jonhardsson lá niðri - Hanus Sørensen setti ferð á og fann Mohammed Samba, tað var meira opið enn vanligt í vinstru hjá Víkingi, og so var stórur spenningur í dystinum aftur.
Restina av dystinum syrgdi heimaliðið, við Atla Gregersen sum leiðara, fyri, at HB ikki kom til nakrarn veruligan málmøguleika afturat. Tað gjørdist heldur rótut, og Víkingur kundi havt veruliga stongt hurðina í kontraálopum.
Tað endaði tó 2-1 og 15. sigurin á rað hjá Víkingi í Betrideildini - síðani juni í fjør. Hesin var eisini uppiborin, liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er fyribils oddalið og fer í øllum førum í landsliðssteðg við fullum stigatali.
Eftir seinasta bríksl: Frustratiónir hjá venjaratoyminum hjá HB meðan víkingarnir fegnast (Myndir: Sverri Egholm)
Betrideildin 2. umfar
Í kvøld, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1
Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar (89' Martin Klein Joensen) , Poul Kallsberg - Finnur Justinussen (80' Olaf Bárðarson)
HB (4-5-1/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Mathias Voss, Bartal Wardum (63' Bartal Wardum), Viljormur Davidsen, Ási Dam - Leivur Fossdal Guttesen (63' Jacob Johansson), Ejvind Restorff Mouritsen, Heðin Hansen (63' Sammy Skytte), Hanus Sørensen, Áki Debes Samuelsen - Mohammed Samba
Støðan:
1.Víkingur 6 stig
2.KÍ 3 stig
3.B36 3 stig
4.Skála 3 stig
5.HB stig 3
6.NSÍ 0 stig
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig
Ein dyst fleiri
Í morgin - leygardagin 16.03
17.00: B36 - KÍ
18.00: NSÍ - Skála
Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald