Fótbóltur

Víkingur heldur fast í góðu gongdini

Og EB/Streymur tryggjaði sær sigurin í evstu løtu. Tveir dystir vórðu leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti í kvøld.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-27 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samstundis sum HB spældi seinna dystin í Europa Conference League ímóti Buducnost í Montenegro vóru tveir dystir leiktir í bestu heimligu mansdeildini.

Víkingur tók ímóti NSÍ í Sarpugerð í Norðagøtu. Hóast leikferðin var høg í fyrra hálvleiki, kom einki mál.  Tá ein lítil tími var farin stóð Sølvi Vatnhamar klárur eftir innlegg í sekstanmeturin og setti bóltin í netið.

Lítla løtu seinni var brotsspark til Víking, sum sami maður umsetti til mál, og økti til 2-0.

Dysturin tóktiskt avgjørdur, men við langskoti, úr eini 40 metrum, minkaði Tróndur Jensen um munin til 2-1, og fekk spenning í aftur. Hetta datt kortini á gólvið eina løtu eftir tá Johan Troest Davidsen fekk sítt seinna gula kort og varð vístur av vølli.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og Víkingur fer klatrandi upp móti KÍ á fyrsta plássi. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík hevur nú 34 stig meðan KÍ hevur 41 stig. Hjá NSÍ á fjórða plássi stendur ikki líka væl til. Vinnur B36 sín ólavsøkudyst móti TB í morgin koma teir hvítu úr Gundadali eisini upp á 27 stig, og so er opin dystur um gylta evropaplássið.

Á Dungasandi var EB/Streymur á vitjan hjá 07 Vestur. Eitt mál kom í dystinmm, og tað kom ikki fyrr enn í allar síðstu løtu.

Tá eydnaðist tað Tóka Johannesen at fáa bóltin inn um stóru verjuleikararnar hjá 07 Vestur og tryggjað sundalagsmonnum trý umráðandi stig nú B68 hevur sett eld í niðurflytingarstríðið.

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 34 stig (15 dystir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (14 dystir)
7. ÍF 11 stig (15 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 9 stig (15 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder