Tað, sum bíðað hevur verið eftir, varð seint seinnapartin veruleiki: Víkingur gjørdist føroyameistari í Betrideildini hjá monnum 2024.
Talan var um fyrsta javnleikin hjá Víkingi í Betrideildini í ár. Hetta var samstundis fyrsti heimadystur í ár hjá HB móti føroyskum liði, sum Adolfo Sormani og hansara menn ikki vunnu.
Sí eisini: Víkingur er føroyameistari fyri triðju ferð
Eitt umfar er eftir í Betrideildini, og eftir tað er úrtøkan hjá Víkingi 70 stig av 78 møguligum. Hetta er hæsta stigatalið hjá felagnum nakrantíð og bert KÍ (2021 og 2022) og HB (2018) hava áður rokkið 70 stigum ella meira.
Víkingur fer ikki at taka metið á 77 stig (KÍ, 2022). Liðið sær tó út til at fara gjøgnum kappingarárið við bert tveimum ósigrum. Báðir hava verið móti KÍ, sum endar minst seks stig aftanfyri Víking.
Ljósablátt konfetti fylti Gundadal stutt fyri klokkan 17. Flotta gongdin hjá Víkingi gav nú eitt FM (Myndir: Sverri Egholm)
Í fjør lá Víkingur á 4. plássið í landsliðssteðginum í juni. Hetta var eftir tapið í Sørvági á Countryfestivalinum, og júst 07 Vestur bjóðaði av um evropeiska plássið.
Víkingur fór eisini út í Conference League móti Inter Club D'Escaldes stutt seinni, men eftir dystin móti 07 Vestur vann Víkingur teir seinastu 14 landskappingardystirnar í 2023.
Harvið eru hagtølini seinastu 40 dystirnar í Betrideildini: 37 sigrar, ein javnleikur og tvey tap: 112 stig av 120 møguligum.
Ógvuliga flott hagtøl hjá Jóhan Peturi Poulsen, Ólavi Mikkelsen og teirra monnum: Nú kunnu teir njóta gleimin eitt sindur og lyfta steyp leygardagin.
Toftamaðurin hevur gjørt stóran mun í felagnum seinastu tíggju árini - fyrst sum venjari hjá næstbesta liðnum, har okkurt gull eisini kom í hús. Jóhan Petur Poulsen fær her ein væluppibornan lufttúr (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fleiri myndir frá dystinum og fagnaðinum hjá víkingunum sæst HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald