Tað liðið sum hevur bestu gongdina í sínum seinastu fimm dystum í Betrideildini er Víkingur. Liðið úr Eysturkommunu hevur vunnið fýra útav sínum seinastu fimm dystum 2-1 og ein 3-2.
Tá Eyðun Klakstein varð sagdur í starvið um mánaðarskifti hevði Víkingur júst vunnið tríggjar dystir á rað - allir á útivølli og allir við úrslitinum 1-2. Eftir landsliðssteðgin hevur Víkingur, undir nýggja venjaranum, avgjørt báðar dystirnar í yvirtíðini.
Les eisini: Víkingur avgjørdi aftur í evstu løtu
Seinastu fimm dystirnir hjá Víkingi:
16
|
12-08-2020
|
Rúni Gaardbo
|
|||
17
|
23-08-2020
|
Dagfinn Forná
|
|||
18
|
28-08-2020
|
Eiler Rasmussen
|
|||
19
|
13-09-2020
|
Eiler Rasmussen
|
|||
20
|
20-09-2020
|
Rúni Gaardbo
|
Kelda: FaroeSoccer
Av hesum er bert NSÍ frammanfyri á stigatalvuni, men teir ljósabláu hava megnað at vunnið í Trongisvági, og tað megnaði KÍ ikki í vikuskiftinum. KÍ hevði annars vunnið sjey dystir á rað frammanundan og høvdu harvið bestu sigursrøðina áðrenn hendna dystin - HB hevði vunnið átta dystir á rað áðrenn ósigurin í Klaksvík leygardagin 12. september.
Finnur og Sølvi vísa vegin
Tað eru tveir av royndu álopskendu leikarunum, ið hava gingið á odda við at fáa málini til høldar í hesum dystunum. Sølvi Vatnhamar hevur lagt upp til fimm mál í hesum fimm dystunum. Leirvíkingurin legði upp til avgerandi málið í Runavík 12. august, leiðslumálið í Fuglafirði, avgerandi málið í gjár og 2-2 og 3-2 málini í Stryemnesi 13. september. Tá javnaði 34-ára gamli miðvallarin við brotssparki, og 10'arin skoraði eisini sigursmálið í Trongisvági 28. august - einasta dystinum av hesum fimm, har hann ikki hevði eitt upplegg.
Finnur hevur skorað níggju mál í seinastu átta dystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Justinussen hevði ilt við at fáa hol á málskjótingina fyrsta partin av kappingarárinum, men eftir fimm mál í hesum fimm dystunum, umframt fýra í teimum trimum dystunum frammaundan, so er nummar 17 hjá Víkingi glóðheitur.
Finnur skoraði ikki í sigrinum á NSÍ, men dystin frammaundan skoraði hann móti EB/Streymi, á ólavsøku skoraði áleyparin móti B36 (Sølvi skoraði eisini í hesum báðum dystunum) og áðrenn steðgin, í dystinum 12. juli móti AB, skoraði Finnur Justinussen bæði málini í 2-1 sigrinum. Um vit hyggja eftir seinastu fýra dystunum, skoraði 31-ára gamli áleyparin leiðslumálið í Fuglafirði, útjavnandi málið í Trongisvági, tey avgerandi málini í Streymnesi og 1-0 málið móti Skála í gjár.
Málstig hesar dystirnar:
Sølvi Vatnhamar 7: 2 mál og 5 upplegg
Finnur Justinussen 5: 5 mál
Hægri miðalaldur
Tá Vìkingur boðaði frá, at felagið hevði endað samstavið við Eyðun Klakstein og ístaðin sett Jóhan Petur Poulsen, fyrrverandi 1. deildar og høvuðsungdómsvenjara, var hetta almenna grundgevingini:
- Seinnu árini hevur eitt ættarliðsskifti verið ávegis í Víkingi. Leiðslan í felagnum ynskir nú, at tað skal meira ferð á hesa tilgongd, har ungir leikarar fáa størri leiklut á besta liði felagsins.
Í teimum báðum dystunum undir Jóhan Peturi Poulsen hevur einki kollveltandi verið at sæð, tá hugsað verður um at lækka miðalaldurin. bolt.fo vísti eftir dystin í Streymnesi á, at talan var um hægsta miðalaldurin í byrjanaruppstilling í teimum trimum dystunum móti EB/Streymi í ár - eitt heilt ár var á munur frá 6-0 dystinum fyrst í august.
Í 3-2 sigrinum byrjaði 17-ára gamli Noah Mneney inni. Tað gjørdi hann ikki móti Skála. Tannáringurin hesaferð í byrnajaruppstillingi var Geza David Turi. 19-ára gamli miðvallarin byrjaði eisini inni í 4-0 sigrinum á Skála fyrr í ár, og um hugt verður eftir tí dystinum, so sæst at miðalaldurin í byrjanaruppstillingini tá var 27,8. Í gjár var hann 27,4. Hóast 33-ára gamli Vukasin Tomic, ið er farin úr felagnum, og 32-ára gamli Lukasz Cieslewicz, ið annað vikuskifti á rað var heilt uttanfyri hópin, "manglaðu" í mun til tá, so trýstu Vatnhamar-brøðurnir og Andreas Lava Olsen miðalaldurin upp hesuferð - Gunnar var hesuferð í miðvejruni undir liðuni á Atla Gregersen - Hesir tríggir vóru ikki tøkir, tá Víkingur spældi á Skála fyrst í juli.
Í fyrsta dystinum móti Skála í ár var miðalaldurin hjá Víkingi 28,8 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald