Tíðin við Jóhan Peturi Poulsen við róðri hjá Víkingi er byrjað við tveimum teprum sigrum ímóti niðaru liðunum. Í báðum førum hevur tað sæð út til at endað við javnleiki, tá komið er ímóti endnaum, og í Streymnesi seinast var Víkingur rímiliga leingi aftanfyri.
Tað vóru heldur fáir málmøguleikar í 1. hálvleiki. Áðrenn málið hjá Finni Justinussen, var tað júst maðurin við 17-talinum, ið hevði havt størsta málmøguleikan. Skála sá gott út á ymsan hátt, tó at Vìkingur var omaná. Útiliðið kom eisini væl út til 2. hálvleik og var týðiliga ikki fallið í fátt av málinum beint fyri steðgin. Í 52. minutti fekk Ronni Møller Iversen fatur á bóltin nakað til vinstru á seinasta triðinginum, rak tættari at brotsteignum og úr 25 metrum sendi danin bóltin í longra málhornið. Fyrsta málið hjá Ronni í ár og mál nummar 10 í kappingarárinum hjá teimum appelsinlittu.
Myndir: Víkingur - Skála
Góða løtan hjá Skála helt fram, men so fekk Víkingur greiða leikliga yvirvág. Heimaliðið hótti á ymsan hátt - serliga við hornaspørkum. Víkingarnir raktu stongina og yvirleggjaran og hildu seg avgjørt eiga eitt brotsspark, tá bólturin kom upp í hondina á Teiti Reinert Joensen. Tað mettu dómararnir tó ikki, at talan var um.
Skála stríddist sera væl ímóti, men triða stigið í ár gjørdist ikki veruleiki. Tað syrgdi Bogi Reinert-Petersen fyri. Sølvi Vatnhamar legði ein vandamiklan bólt inn í brotsteigin, ið endaði heilt inni í málteiginum, har ein vælleikandi Bárður á Reynatrøð í fyrstu syftu fekk vart fyri, men ikki fekk beint bóltin heilt burtur úr vandaøkinum. Miðvallarin hjá Víkingi var fyrstur á bóltinum, og so var 2-1 og avgjørt.
Harvið helt Víkingur aftur á til seinasta bríks og fekk hálað ein sigur í hús og er framvegis ikki langt aftanfyri NSÍ og B36. Skála tapti fyri aðru ferð uppá eina viku tepurt.
20 umfar í Betri deildini
Í dag 20. september
Víkingur - Skála 2-1 (1-0)
44' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 1-0
52' Ronni Møller-Iversen 1-1
90' Bogi Reinert-Petersen 2-1
Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Geza David Turi (76' Arnbjørn Svensson), Bogi Reinert-Petersen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussen
Skála (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Jonhard Frederiksberg, Teitur Reinert Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten (90' Jóhann Bergson Johansen) - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen - Heðin Klakstein (72' Aksel Bjartalíð Danielsen), Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg - Andreas Egeberg Jacobsen (80' Erland Berg Danielsen)
B36 - AB 3-0 (2-0)
22' Sonni Ragnar Nattestad (Árni Frederiksberg) 1-0
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 2-0
90' Andrass Johansen 3-0
Les eisini: Andrass tvífaldur málskjútti í tryggum B36-sigri
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze (70' Símun Rógvi Hansen) - Benjamin Heinesen, Erling Dávidsson, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg (L), Ragnar Samuelsen (46' Brian Jakobsen), Hannes Agnarsson (66' Martin Agnarsson) - Brian Jakobsen
Venjari: Jákup á Borg
AB (4-2-3-1): Silas Eyðsteinsson - Dánjal Reginsson, Tróndur Jóannesarson á Høvdanum (88' Leivur Fossdal Guttesen), Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Jákup Pauli Breckmann, Rógvi Nónsgjógv Poulsen (77' Jónas Stenberg) - Gilli Róason, Jasper van der Heyden, Bjarki Nielsen - Adeshina Lawal (77' Hans Jákup Annfinsson)
Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík
HB - ÍF (18:30)
Í gjár- 19. september
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
15' Klæmint Olsen 1-0
22' Klæmint Olsen 2-0
41' Sjálvmál 2-1
63' Jesper Christjansen 3-1
77' Búi Egilsson 4-1
Les eisini: NSÍ vann trygt á EB/Streymi
TB - KÍ 0-0
Les eisini: KÍ snávaði í Trongisvági
Støðan
1. KÍ 48 stig (20 dystir)
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5. Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (19 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald