Fótbóltur

Víkingur hevur fingið tveir týðandi sáttmálar uppá pláss

Sølvi Vatnhamar tekur í øllum førum eitt ár afturat, og Aron Jarnskor Ellingsgaard heldur kortini fram í barndómsfelagnum.

Sølvi Vatnhamar fer framvegis at umboða felagið í Eysturkommunu á hægsta stigi (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar fer framvegis at umboða felagið í Eysturkommunu á hægsta stigi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-11 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur mist fleiri lyklaspælarar seinastu árini og standa aftur til at missa rímiliga nógvar spælarar í vetur. Hetta serliga um Ari Olsen, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen, ið allir hyggja uppá møguleikar uttanfyri landoddarnar, ikki halda fram.

Í vikuni hevur Víkingur tó kunngjørt tveir týðandi sáttmálar fyri sín miðvøll og fyri liðið.

Allur ivi um at Sølvi Vatnhamar fór at spæla í 2026 varð kveistraður til viks mánakvøldið, tá 39-ára gamli leirvíkingurin longdi sín sáttmála við einum ári. 10'arin hevur átt risa leiklut í søguni hjá Víkingi, og verður hann eftir øllum at døma liðformaður, nú Atli Gregersen er givin.

Tað hevur í eina tíð ligið í kortunum, at Aron Jarnskor Ellingsgaard fór at royna aðrar leiðir næsta ár. 23-ára gamli gøtumaðurin gleið eitt sindur av liðum út á hetta kappingarárið - hóast Víkingur var tunt á miðvøllinum. Men nú hevur hart arbeiðandi miðvallarin, sum hevur verið við A-landsliðnum eina ferð, gjørt nýggjan tvey-ára sáttmála við Víking.

[object Object]
Aron Jarnskor Ellingsgaard átti fastan og týðandi leiklut í meistaraárinum 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur fyrr í vetur fingið nakað av tilgongd. Álopskendu spælararnir Filip Djordjevic og Mikkel Hyllegaard eru komnir úr ávikavist B36 og 07 Vestur. 

Liðið úr Sarpugerði endaði á 4. plássi í 2025 og tapti steypafinaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder