Í kvøld bresta HB og Víkingur saman í Sarpugerði. Hetta er fyrsti dysturin í 2. umfari og fyrsti veruligi stórdystur í 2024.
Dystirnir millum liðini plaga at vera heilt javnir. Um hugt verður eftir seinastu trimum árunum, tá bæði liðini eru endaði í topp-fýra, hevur Víkingur vunnið fimm av teimum samanlagt níggju landskappingardystunum millum liðini og hevur harvið eina lítila yvirvág.
Millum annað vann Víkingur allar tríggjar innanhýsis dystirnar í fyrsta fulla árinum hjá Jóhan Peturi Poulsen í 2021, tá spælarar sum Noah Mneney, Geza David Turi, Olaf Bárðarson og Martin Klein Joensen fingu síni gjøgnumbrot.
Áki Samuelsen og HB skul royna at koppa Víkingi í Sarpugerði í kvøld - Áki avgjørdi í steypadystinum har í fjør. Olaf Bárðarson er júst komin aftur eftir skaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Fáa longu fyrsta oddabrakið
Í fjør vunnu liðini hvør sín dyst í Betrideildini, og tann eini endaði javnur. HB sló Víking út úr steypakappingini eftir longda leiktíð og hevur vunnið tveir teir seinastu innanhýsis dystirnar í Sarpugerði. í 2022 vann Víkingur seg í steypafinaluna við samnanløgdum hálvfinalusigri á HB.
Nú hava nógvar broytingar verið á HB-liðnum, og dysturin í kvøld kann seta greið fingramerki fyri kappingarárini hjá liðunum.
Tøl: Faroe Soccer
Vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum á forsíðu okkara.
Betrideildin 2. umfar
Í kvøld, fríggjadagin 15.03
18.00: Víkingur - HB
Hinir dystirnir í umfarinum eru á skránni í morgin og sunnudagin - í báðum førum er talan um tveir dystir:
Mynd: fsf.fo
Portalurin hevur beinleiðis dagføringar frá dystinum - millum annað í samstarvi við dystir.fo - umframt myndir og dystarfrásøgn. Televarpið vísir dystin og FM1 sigur frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald