33 minuttir í landskappingini og ein hálvan tíma í steypadysti móti ÍF, sambært FaroeSoccer. So lítil hevur spælitíðin hjá Jákup Norðoy Vilhelmsen verið fyri besta liðið hjá KÍ seinastu mánaðirnar.
Jákup Vilhelmsen vendi aftur úr B68, sum leigaði hann í vetur, og spældi fullan dyst - og spældi væl - í stórsteypadystinum móti HB. Men síðani hevur U21-landsliðsspælarin so at siga bert spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ, sum spælir í triðbestu deildini (2. deild).
Hetta er ikki haldbart, og tí hevur 22-ára gamli klaksvíkingurin leitað eftir nýggjum avbjóðingum - eins og javngamli Dávid Biskopstø Andreasen gjørdi í vetur.
![]()
Jákup Norðoy Vilhelmsen til venjing undan evropeiskum dysti hjá KÍ í 2023. Ungi verjuleikarin hevur so at siga bert sitið á bonkinum hjá besta liðnum og spælt við næstbesta liðnum, tá hann hevur verið í felagnum seinastu árini. Hann hevur eisini verið leigaður út til EB/Streym og B68 og har fingið minuttir í Meistaradeildini (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur hevur leitað eftir styrki og breidd til verjupartin, og nú hevur felagið keypt Jákup Vilhelmsen leysan úr KÍ. Tað verður ikki upplýst fyri hvørja upphædd.
Partarnar hava gjørt sáttmála, sum inniber at Jákup verður ljósabláur fram til kappingarenda 2028, skrivar Víkingur.
- Jákup er uppvaksin í KÍ, men hevur eisini umboðað EB/Streym og B68. Eisini hevur Jákup umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum. Jákup er 22 ára gamal og er verjukendur leikari, staðfestir Vìkingur.
Klaksvíkingurin er miðverji og vinstri bakkur, sum eisini kann spæla á sentrala miðvøllinum. Har hevur Víkingur fastar spælarar men tó ikki breidd, í mun til spælararvið royndum úr fremstu føð. Og Árni Nóa Atlason er júst seldur til Vendsyssel.
Jákup Vilhelmsen hevur spælt tíggju U21-landsdystir og skal menna seg víðari í Sarpugerði. Vinstrabeinti spælarin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 41 dystir í Meistaradeildini.
Samstundis hevur KÍ gjørt sáttmála við lokalan verjuspælara fyri restina av árinum Símun Kalsø var leigaður út til ÍF í seinnu hálvu av 2024 og spældi við EB/Streymi í fjør. 23-ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ higartil í ár, men nú hevur Magnus Powell heitt á hann, skrivar ki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald