Annað liðið í steypafinaluni hjá kvinnum 5. oktober er funnið.
Víkingur vann 4-0 í fyrru hálvfinaluni móti B36, og gjørdi aftur bart, tá liðini møttust í seinnu hálvfinaluni í kvøld.
Við 5-0 og samlaðum 9-0 sigri móti B36 vann kvinnuliðið í Eysturkommunu seg á fyrsta sinni í steypafinaluna.
Jensa Tórolvsfóttir skoraði trý mál meðan Mona Rasmusdóttir og Rakul Sørensen tóku sær av hinum báðum málunum.
Hetta er fyrstu ferð, at víkingakvinnur eru í steypafinaluni.
Hvat mótstøðuliðið hjá Víkingi verður í finaluni, verður greitt 26. september, tá NSÍ og HB hittast í seinnu hálvfinaluni. Runavíkskvinnur hava annað beinið í finaluni, tí tær vunnu heili 5-1 móti teimum reyðu og svørtu.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli 5. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald