Fótbóltur

Víkingur kann nú í fyrsta lagi tryggja FM-heitið í triðseinasta umfari

Oddaliðið kendi kanska ikki heilt sína vitjunartíð móti KÍ og fekk ikki mál ella brotsspark tá tað var 1-1. Sigrar á Skála og móti ÍF næstu umførini kunnu tó senda steypið móti Sarpugerði.

KÍ forðaði Víkingi í at so at siga tryggja FM í kvøld, og tað kann verða, at vit skulu til næstseinasta umfar, fyrrenn nakað er endaliga staðfest á pappírinum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ forðaði Víkingi í at so at siga tryggja FM í kvøld, og tað kann verða, at vit skulu til næstseinasta umfar, fyrrenn nakað er endaliga staðfest á pappírinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-25 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ byrjaði væl betri í oddadystinum í kvøld, fekk síðani leiðslumálið, áðrenn Hallur Hansson ikki fekk stýrt bóltinum í netið við høvdinum. Bárður á Reynatrøð noyddist eisini í fulla longd eina ferð, men seinni í dystinum fekk Mark Jensen eisini sítt at gera í hinum endanum.

Útiliðið gjørdi nøkur stór mistøk í uppspælinum í 1. hálvleiki, og serliga tað eina burdi Sølvi Vatnhamar revsað. Royndi leirvíkingurin sendi tó bóltin framvið KÍ-málinum.

Trýstið á tað var stórt fyrstu løtuna eftir steðgin, tá Víkingur hevði stóra yvirvág, og bert marginalar og bjargingar hildu tí á 0-1. Serliga í eina førinum sá út til at javna: Arnbjørn Svensson stútaði væl eftir hornaspark í høgru, og Mark Jensen fekk í tveimum førum hondina á bóltin. 

Tað er ikki møguligt at siga tað endaliga útfrá sjónvarpsvinklinum, men tað sær út sum, at bólturin hevur verið inni í KÍ-málinum. Tað mettu høvuðsdómari, Heini Viðoy, og hjálpardómarin, ið skuldu taka endaligu avgerðina, ikki.

Til ber at síggja støðuna á umleið 5.00 á samandráttinum hjá Televarpinum.

[object Object]
Tað var heitt til tíðir í kuldanum í Sarpugerði, og altjóða dómarin Heini Ziskason Viðoy fekk seg royndan (Mynd: Sverri Egholm)

Beint aftaná vildu Atli Gregersen og liðfelagarnir aftur verða við, at bólturin var innanfyri mállinjuna, áðrenn danski KÍ-málverjin beindi hann burtur.

Trýstið og dramaið var ikki liðugt. Í næstu støðuni kom bólturin í armin á Albert Ejupi. Reglurnar um hetta - ella tulkingarnir av tí - eru heldur ógreiðar - men hetta kundi helst tulkast sum brotsspark til Víking.

Tað fekk heimaliðið seint í dystinum, men tað var aftaná at maðurin, ið varð dømdur fyri brotið, hevði økt fyri KÍ. Odmar Færø skoraði sítt fyrsta mál í ár í sambandi við hornaspark, og royndi miðverjin stóð sum heild væl í verjustøðu saman við hinum í kongabláum.

Við úrslitinum í kvøld er eisini greitt, at Víkingur ikki kann taka stigametið hjá KÍ frá 2022 (77 stig).

Sí eisini: KÍ koppaði Víkingi og útsetti FM-veitsluna

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Í dag, mikudagin 25.09 
Víkingur - KÍ 1-2 (0-1)
8' Árni Frederiksberg 0-1
78' Odmar Færø 0-2
87' Sølvi Vatnhamar, br. 1-2

Sí meira um dystin her

[object Object]Teir á útiliðnum kundu fegnast um trý stig í Sarpugerði í kvøld - yvir tíð merkja tey helst meira sinnisliga enn tey gera á stigatalvuni (Mynd: Sverri Egholm)

Um Víkingur hevði vunnið, hevði FM allarhelst endaliga komið uppá pláss á Skála mánakvøldið. Nú noyðast tey í Eysturkommunu at bíða til í øllum førum leygardagin 5. oktober, tá Víkingur tekur ímóti ÍF.

Um Víkingur vinnur hesar báðar dystirnar, og KÍ ikki fær fult móti 07 Vestur og NSÍ, so er føroyameistaraheitið komið í hús í triðseinasta umfarið. Alt annað ger, at tað ikki verður fyrrenn eftir landsliðsssteðgin, at endaliga avgerðin fellur.

Um bæði KÍ og Víkingur vinna tveir teir næstu dystirnar, og munurin á sigrunum ikki er so stórur, so er tað bert á pappírinum, at Víkingur ikki er FM-vinnari undan landsliðssteðginum í oktober.

Í so fall eru tað framvegis seks stig á muni. Málmunurin er nú +24 til fyrimuns hjá Víkingi, og harvið eru so at siga í roynd og veru sjey stig á muni: Víkingur skal bert fáa fýra av tólv møguligum stigum seinastu fýra umdørini, fyri at KÍ hevur ein veruligan møguleika.

Støðan í oddinum:
1. Víkingur 63 stig (+53)
2. KÍ 57 stig (+29)

KÍ spælir í Sørvági sunnudagin - Víkingur spælir á Skála mánadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder