Fótbóltur

Víkingur kann nú vinna sítt triðja FM-heitið

Um Víkingur fær fleiri stig móti ÍF, enn KÍ ger móti NSÍ í kvøld, so er liðið úr Eysturkommunu føroyameistari. Um bæði liðini fáa eins nógv stig í kvøld, so er tað bert á pappírinum, at tað ikki er avgjørt.

Atli Gregersen var eisini liðformaður í 2016  og 2017, tá Víkingur gjørdist føroyameistari. Seinastu árini hava hann, liðfelagirnir, Jóhan Petur Poulsen og felagið bygt uppá (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen var eisini liðformaður í 2016 og 2017, tá Víkingur gjørdist føroyameistari. Seinastu árini hava hann, liðfelagirnir, Jóhan Petur Poulsen og felagið bygt uppá (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nummar eitt í deildini við 66 stigum og á veg til FM í langa tíð móti nummar 10 við 7 stigum og nú niðurflytara.

Á pappírinum er eingin ivi. Víkingur er væl og virðiliga betri enn ÍF og eigur at vinna í kvøld. Um hagtølini omanfyri ikki vóru nóg mikið: Víkingur hevur vunnið samanlagt 14-1 á ÍF í teimum báðum innanhýsis dystunum í ár (1-8 og 0-6) -  báðir eru spældir í Fuglafirði 

ÍF hevur ikki vunnið ella fingið stig yvirhøvur móti Víkingi síðani juni 2020 og hevur einki at spæla fyri í Sarpugerði í kvøld. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen kann hinvegin gera stítt fyri at staðfesta FM áðrenn landsliðssteðgin og seta eitt rópitekin út fyri árinum.

Sí eisini: Fríggjakvøldið verður møguliga avgerandi fyri FM og niðurflyting

Víkingur gjørdist føroyameistari í 2016 og 2017. Hetta var undir Sámal Erik Hentze og við einum ógvuliga royndum liði. Av teimum í núverandi hópi vóru tað bert Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar, sum spældu stóran leiklut tá. Finnur Justinussen spældi fyri tað mesta uttanfyri landoddarnar millum 2016 og 2019. Áleyparin er annars stórur partur av søguni hjá Víkingi, og kom Finnur til seinnu hálvu í 2016 og spældi fimm dystir, áðrenn ein skaði rakti gøtumannin. 

Ein blaðungur Bárður á Reynatrøð var eykamálverji í seinnu hálvu í 2016 og í 2017, og í 2017 fekk Arnbjørn Svensson sínar fyrstu Betrideildarminuttir. Bæði leirvíkingurin og gøtumaðurin eru landsliðsspælarar nú og lyklaspælarar hjá barndómsfelagnum - teir spæla hvønn minutt í verjupartinum, sum í miðal bert letur mál inn annanhvønn dyst í Betrideildini.  Í 2022 vunnu Bárður, Arnbjørn og hinir Løgmanssteypið - nú er Víkingur á gáttini til triðja føroyameistaraheitið í vaksnamannadeild í 17-ára søgu felagsins.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð við Løgmanssteypinum. Leirvíkingurin og landsliðsmálverjin helt málið reint í finalusigrinum á KÍ - hann hevur hildið málið reint ofta í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Størri týdning fyri NSÍ

Um Víkingur livir upp til leiklutin sum risafavorittur tíðliga í kvøld, merkir dysturin í Klaksvík nógv meira fyri NSÍ, enn hann ger fyri heimaliðið: Í so fall kann Víkingur í roynd og veru ikki takast aftur, tí málmunurin hjá KÍ er so nógv verri.

NSÍ skal reisa seg eftir 4-1 tapið í Streymnesi leygardagin, men tað er móti liðnum við tíggju sigrum á rað - á útivølli. NSÍ hevur tó verið óguvliga tætt við at fáa stig í báðum dystunum móti KÍ í ár, og burdi nokk eisini fingið tað.

B36 er í løtuni fýra stig aftanfyri NSÍ í sríðnum um fjórða plássið og spælir í Streymnesi leygrdagin. Nýggi KÍ-venjarin, Magnus Powell, verður sum skilst millum áskoðarnir til dystin við Djúpumýru.

Sí eisini - Portalurin kom við hesari søguni fyrst: Magnus Powell mest sannlíkt nýggjur KÍ-venjari

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 03.10

17.00: Víkingur - ÍF

18.30: KÍ - NSÍ
18.30: B68 - Skála

Leygardagin, 04.10, spæla HB - 07 Vestur (16.00) og EB/Streymur - B36 (17.00)

Støðan undan triðseinasta umfari
Støðan: 
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig
10. ÍF 7 stig

Tøl: Faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder