Fótbóltur

Fríggjakvøldið verður møguliga avgerandi fyri FM og niðurflyting

Um Víkingur vinnur á ÍF, er tað í minsta lagi 99 prosent vissa fyri, at liðið úr Eysturkommunu verður føroyameistari. Um Skála vinnur á Toftum, so skal heilt nógv til, um B68 fær yvirhálað aftur.

KÍ er einasta liðið, sum á pappírinum framvegis kann fáa fatur á Víkingi. Hesin møguleikin kann fána nærum heilt burtur - ella fara heilt hjá føroyameistarunum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ er einasta liðið, sum á pappírinum framvegis kann fáa fatur á Víkingi. Hesin møguleikin kann fána nærum heilt burtur - ella fara heilt hjá føroyameistarunum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-03 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðsíðsta umfar í Betrideildini fer av bakkastokki í morgin, fríggjadagin 4. oktober. Tríggir dystir verða spældir, og teir hava stóran týdning ymsastaðni á stigatalvuni.

25. umfar í Betrideildini 
Í morgin, fríggjadagin 03.10

17.00: Víkingur - ÍF

18.30: KÍ - NSÍ
18.30: B68 - Skála

Leygardagin, 04.10, spæla HB - 07 Vestur (16.00) og EB/Streymur - B36 (17.00)

Støðan undan triðseinasta umfari
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig
10. ÍF 7 stig

Vit eru aftur í tí støðuni, sum var undan Víking - KÍ í seinastu viku: Um Víkingur vinnur, so er liðið so gott sum føroyameistari. Um Víkingur fær fleiri stig enn KÍ í morgin, so er FM við 100 prosent vissu.

Um liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen sum væntað vinnur greitt á niðurflutta ÍF, so er FM við yvir 99 prosent vissu tryggjað. Tí so skal Víkingur tapa báðar sínar seinastu dystirnar, KÍ vinna sínar, og málmunurin skal broytast við einu 30 málum.

NSÍ varð sent heim úr Streymnesi leygardagin við greiðum tapi leygardagin. Harvið skal liðið royna at reisa seg og eisini økja frástøðuna til B36 aftur. Tað verður tó torført í Klaksvík - KÍ hevur nú tíggju sigrar á rað.

[object Object]
Víkingur kann tryggja sær FM - ella í øllum førum koma so nær við tí sum gjørtligt utan at gera tað við 100 prosent vissu. Skála, ið tapti 3-0 fyri Víkingi mánakvøldið, kann so at siga tryggja sær plássið í deildini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]B68 skal hava í minsta lagi eitt stig - men allarhelst trý (Mynd: Sverri Egholm)

B68 og Skála spæla um lívsneyðug stig. Tað er ógvuliga sannlíkt, at um ein vinnari verður, so heldur ta liðið sær uppi til næsta ár - serliga um tað er Skála, sum er frammanfyri. B68 kom tó á sigurskós aftur við margháttiliga dystinum í Fuglafirði, og lagt er upp til sannan gysara á Svangaskarði.

Síðstnevndi dysturin byrjar klokkan 18.30, eins og tann í Klaksvík. Víkingur - ÍF byrjar longu klokkan 17 vegna vánalig ljósviðurskifti í Sarpugerði. 

Portalurin fylgir gongdini tætt í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder