KÍ hevur verið í sambandi við svian seinastu tíðina og kemur hann til Føroyar um vikuskifti - helst fyri at fáa tað seinasta uppá pláss og skriva undir sáttmála.
Hetta hevur Portalurin frætt frá fleiri álítandi keldum fyrrapartin.
49-ára gamli sviin hevur, síðani hann fór úr 07 Vestur fyrst í 2022, verið venjari hjá Östersunds í næstbestu svensku deildini. Hann fór úr hesum starvi 12. september. Magnus Powell valdi sjálvur at fara úr starvinum, sambært heimasíðu felagsins.
Tað hevur ikki gingist so væl hjá Östersunds í ár, men í fjør endaði liðið á 5. plássi.
Nógvar gitingar hava verið um nýggja høvuðsvenjaran hjá KÍ í seinastuni. Millum annað hevur verið nevnt, at talan er um ein, ið áður hevur verið í føroyskum fótbólti, og tað helst er ein skandinavi.
Glenn Ståhl var frammi, men tað avsannaði sviin sjálvur - nú bendir tað mesta á, at tað er ein annar svii, sum hevur hevur verið í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
KÍ kunngjørdi í gjárkvøldið tað, sum hevur verið mestsum almenn vitan í eina tíð: At Espen Haug fer heim. Spurningurin er so, um avloysarin kemur endaliga uppá pláss hesa vikuna - Portalurin fekk í seinastu viku at vita, at nýggi skiparin í Klaksvík so gott sum er uppá pláss.
Sí eisini: Haug her heim
Dagført: 11.17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald