Fótbóltur

Víkingur leitar eftir málinum

Heimaliðið hevur ikki megnað at at skapt veruligar málmøguleikar í Klaksvík - bara støður. Víkingur skal skora fyri at hava møguleika fyri at koma víðari.

Sølvi Vatnhamar og hinir hava roynt at lagt trýst á (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar og hinir hava roynt at lagt trýst á (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-20 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Inter Club D' Escaldes hevur eina leiðslu samanlagt, og tað sást, at teimum ikki tørvar at skora. Teir úr Andorra eru varnir, tó at teir hava havt skotstøðurnar, sum hava verið. 

Víkingur hevur skapt nakrar støður, sum kundu verið heilt vandamiklar, men eitt bein er komið fyri, skeiv avgerð er tikin ella okkurt annað. Bólturin var einaferð í málinum eftir gott kontraálop hjá Víkingi, men Olaf Bárðarsson var rangstaddur.

Eitt mál hjá teimum ljósabláum fær javnvág í. Sum tað stendur nú, fara gestirnir víðari.

Í dag, hósdagin 20. juli - Conference League, 1. umfar og seinni dysturin
19.00: Víkingur- Inter Club D' Escaldes (0-0) -  1-2 samanlagt

[object Object]Olaf Bárðarson hevur dribblað og roynt seg - hann skeyt bóltin í málið men var rangstaddur (Mynd: Sverri Egholm)  

[object Object]Signar á Brúnni roynir seg við innleggi úr høgru (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder