FSF: Tað er okkurt, ið bendir á, at tað fer at vera rættuliga trongligt millum fremstu liðini í Betrideildini hjá kvinnum, tá føroyameistaraheitið skal avgerast í heyst.
Nú níggju umfør eru spæld í grundspælinum, er Víkingur fremst við 23 stigum, meðan KÍ og NSÍ hava ávikavist 22 og 20 stig. Nummar 4 er HB við 16 stigum.
Fult umfar hevur verið á skránni um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 1-0 á KÍ, í Gundadali vann HB 8-1 á Skála, og í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 12-0 á FC Hoyvík. Fjórði dysturin var eisini í Gundadali, har B36 og TB/FCS/Royn spældu javnleik 1-1.
Spælt verður aftur næsta vikuskiftið.
10. umfar
TB/FCS/Royn - NSÍ (ley. 22. juni kl. 13)
FC Hoyvík - B36 (sun 23. juni)
KÍ - HB (sun 23. juni)
Skála ÍF - Víkingur (sun 23. juni kl. 14)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald