Fótbóltur

Víkingur skal royna at spæla seg víðari í Youth League í kvøld

Føroyingarnir taptu 1-0 í fyrra dystinum í Estlandi og taka klokkan 18 ímóti Narva Trans á Tórsvølli í seinna dystinum. FM1 sigur frá dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-01 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 13 døgum síðani hittust ungdómsmeistaralið úr Føroyum og Estlandi í fyrra dystinum í 1. umfari í UEFA Youth League.

Víkingur er við í "ungdóms Champions League" vegna FM-heitið í U17 í fjør.

Narva Trans vann fyrra dystin 1-0 eftir gott innlegg og góðan stútara.

Til ber at síggja heldur serstøku hæddarpunktini frá fyrra dystinum millum estiska og føroyska liðið omanfyri ella her

[object Object]Teir fyrstu ellivu hjá Víkingi í dystinum í Estlandi (Mynd: Víkingur)

Í kvøld vitjar estiska liðið á Tórsvølli - vøllurin í Sarpugerði er ikki góðkendur til slíkar UEFA dystir.

Alt er opið enn í uppgerðini. Vinnur Víkingur vanliga dystin við einum máli í kvøld, so skal longd leiktíð til á Tórsvølli.

Dysturin byrjar klokkan 18. Ókeypis atgongd er til Víkingur - Narva Trans, men man skal skráseta seg á atgongumerki.fo.

Dysturin kann ikki stroymast, men FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder