Talan var ikki um tann best avgreidda dystin hjá steypavinnarunum, men unga liðið kemur tó til Føroyar við einum úrsliti, ið ger, at møguleikin fyri víðari luttøku er á góðari leið.
Umstøðurnar tyktiskt ikki at vera tær bestu fyri eitt føroyskt lið í Andorra La Vella. Ikki tí, grasvøllurin sá út til at vera rímiligur, men tað var heitt og heldur kvalið. Neyðugt var við vatnsteðgum, hóast klokkan gekk móti 19 lokala tíð, tá dysturin var liðugur.
Liðið úr Andorra hevði eisini meira hædd og styrki í deyðbóltunum. Hetta kom til sjóndar, við at tað gjørdist heldur vandamikið, tá long innkøst o.s.fr komu inn í Víkinga-brotsteiginum, og millum annað í samband við bæði málini.
Rumenin Raul Feher slapp at standa púra fríur mitt fyri málið og stúta bóltin inn, eftir at heimaliðið hevði fingið eitt heldur bíligt fríspark í sínari vinstru síðu. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk Víkingur vátan vøtt, tá langt innkast kom innfyri, Bárður á Reynatrøð fór skeivur av bóltinum, og eingin Víkingur var heilt nær við málskjúttan: 2-0
Inter Escaldes hevði annars ikki nógv í opna spælinum. Víkingur hevði bóltin meira, men tytiskt at hava tað ógvuliga torført við at skapa støður burturúr tí. Nógv mistøk vórðu gjørd við bóltinum, og tað skuldi eitt heldur tilvildarligt brotsspark til fyri at Sølvi Vatnhamar trygt fekk minkað.
Hetta gjørdist endaliga úrslitið. Heimaliðið hevði eitt skot á stongina heilt móti endanum - um hugt verður eftir tí og dystinum sum heild, kunnu Víkingarnir ikki vera ov ónøgdir við 1-2. Teir skulu nú vinna í Klaksvík fyri at hava møguleika at koma víðari.
Tað sást í dag, at ymiskt skal bøtast, og at fleiri spælarar hava spælt lítið í slíkum dystum. Tað var tó eisini týðiligt, at møguleikar liggja í hesari uppgerðini - serliga nú tá tað verður á føroyskari jørð.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Í kvøld, hósdagin 13. juli - Andorra La Vella
Inter Clud d' Escaldes (AND) - Víkingur 2-1 (2-0)
28' Raul Feher 1-0
45 (+1)' Ander El Haddadi 2-0
59' Sølvi Vatnhamar (br.) 2-1
Víkingur (4-3-2-1): Bárður á Reynatrøð - Signar á Brúnni, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (74' Poul Kallsberg) - Martin Klein Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald