Tað endaði 5-0 í Sarpugerði, og tað kundi verið mangt slíkt. Eitt vælspælandi Víkinga-lið skapti eitt hav av mámøguleikum móti einum mótleysum niðurfluttum ÍF-liði.
Jákup Johansen setti hol á tíðliga, og tá hann økti í 63. minutti var eingin ivi longur.
Royndi strandingurin Jákup Johansen var nær við at vinna FM við júst ÍF í 2012 - í dag sendi hann Víkingi so nær við FM sum møguligt, uttan at tað er avgjørt (Mynd: Sverri Egholm)
Ruben Møller Nielsen varð útvístur (Mynd: Sverri Egholm)
Tá spældi ÍF við tíggju monnum, tí Ruben Møller Nielsen fekk reytt kort fyri ógvusliga og fullkomiliga óneyðuga takkling móti vælsspælandi Olafi Bárðarson.
Jørgen Nielsen og innskiftu Aron Jarnskor Ellingsgaard og Finnur Justinussen øktu, so tað endaði 5-0. Tað er helst ikki skeivt at siga, at FM-veitslan er byrjað í Sarpugerði - hóast tað ikki heilt endaliga er uppá pláss.
Mynd: Sverri Egholm
Tað verður tað, um KÍ ikki vinnur í kvøld. Og sjálvt um KÍ ikki ger tað - so er tað kortini í roynd og veru heima. Og hetta merktist í Sarpugerði í kvøld
25. umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 03.10
Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0
Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort
18.30: KÍ - NSÍ
18.30: B68 - Skála
Leygardagin, 04.10, spæla HB - 07 Vestur (16.00) og EB/Streymur - B36 (17.00)
Støðan undan triðseinasta umfari
Støðan:
1. Víkingur 69 stig (+62) *
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig
10. ÍF 7 stig *
*Ein dyst fleiri
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald