Fótbóltur

Víkingur snávaði aftur á heimavølli

Suðringar hava verið tríggar ferðir í Sarpugerði í ár uttan at tapa. NSI heldur fram við góðu gongdini.

Suðringar vunnu 2-0 í Saprugerði í kvøld
Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Suðringar vunnu 2-0 í Saprugerði í kvøld Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-23 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í 20. umfarið í Betri.deildini vóru leiktir í kvøld. Talan gjørdist um tveir útisigrar og ein javnleik.

Víkingur var omaná í 1. hálvleiki í Sarpugerði, men tað var útiliðið, ið kundi fara til hálvleiks við leiðsluni, eftir at Daniel Godtfred skoraði stutt fyri steðgin. Suðuroyingar avgjørdu dystin tíggju minuttir fyri tíð, og harvið tapti føroyameistarin á heimavølli fyri aðru ferð innan eina viku.

Víkingur var uttan leinbannaðu Atla Gregersen og Andreas Lava Olsen, meðan Sølva Vatnhamar var skaddur. Nú vóna teir i Vikingi, at HB vinnur steypafinaluna, tí tað verður torført hjá Víkingi at koma í topp trý.

NSÍ hevur framvegis fult stigatal eftir summarsteðgin. Í kvøld vunnu runavíkingar uppiborið 2-0 á Argjum, har eitt mál kom í hvørjum hálvleiki. NSÍ er nú bert tvey stig fra øðrum plássinum, og økir frástøðuna til Víking og B36. AB megnaði ikki at byggja uppá javnleikin sunnudagin, og er í stórum trupulleikum.

Á Eiði deildi EB/Streymur og Skála stigini, eins og tey gjørdu har fyrr í ár. Heimaliðið kom á odda tíðliga í dystinum, men Jákup Johansen javnaði fyri Skála í 2. hálvleiki.

Víkingur - TB/FCS/Royn 0-2 (0-1)
Daniel Godtfred 0-1
Dennis Nielsen 0-2

AB- NSÍ 0-2 (0-1)
Jens Joensen 0-1
Klæmint A. Olsen 0-2

EB/Streymur - Skála 1-1 (1-0)
Pætur J Petersen 1-0
Jákup Johansen 1-1

Støðan í Betri deildini
1. HB (52 stig)
2. KÍ (44 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. Víkingur (35 stig)
5. B36 (34 stig)*
6. EB/Streymur (19 stig)
7. Skála (19 stig)
8. TB/FCS/Royn (18 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)*
10. AB (9 stig)

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder