26. umfar í 1. Deild var avgreitt hóskvøldið og í dag.
Hóskvøldið vann KÍ ein knúsandi 9-1 sigur á EB/Streymi. Hinir fýra dystirnir vóru í dag.
Les meira: KÍ nærkast gullinum
Klokkan 11 í morgun tók B36 ímóti 07 Vestur. Tann dystin vann B36, og hetta úrsliti ger tað at 07 Vestur ikki longur hevur møguleika at flyta upp.
Les meira: Eingin flytur upp í Betri-deildina
Á Skála var NSÍ á vitjan. Gestirnir úr Runavíka vóru á odda 2-1 í steðginum, men seks minuttir fyri tíð, javnaði Skála til endaliga úrsliti 2-2. Málini hjá Skála skutu Djóni Petersen og Kristian Martin Jakobsen, meðan Pætur Skipanes og Atli Djurhuus Petersen skoraðu fyri NSÍ.
Á Sandi var tók B71 ímóti B68, og tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.
Í Gundadali tók HB ímóti Víkingi. Leingi sá út til at hesin dysturin fór at endað 0-0, men fýra minuttir inn í yvirtíðina skoraði Signar á Brúnni fyri Víking, og tryggjaði teimum harvið øll trý stigini.
Úrslitini í dag bera við sær, at tað enn er spenningur um fyrsta pláss áðrenn síðsta umfar. KÍ á fyrsta plássi er tvey stig frammanfyri Víking, og tískil hava víkingar enn møguleika at fara avstað við gullinum, um teir vinna á heimavølli móti Skála, samstundis sum KÍ tapir á Toftum.
Eisini staðfesta dagsins úrslit, sum nevnt omanfyri, at ongin uppflytari verður úr fyrstu deild í ár.
Tað er eisini spenningur í botninum undan síðsta umfarið. B71 tryggjaði sær við javnleikinum í dag, pláss í 1. Deild næsta ár, meðan tað enn er ógreitt um tað verður HB, B36 ella Skála, sum flytur niður saman við EB/Streymi. HB skal í síðsta umfarinum møta 07V á útivølli, B36 vitjar á Eiði, meðan Skála skal møta Víking á útivølli.
1. Deild, 26. umfar
Hóskvøldið 17. oktober
KÍ – EB/Streymur 9-1
Leygardagin 19. oktober
B36 – 07 Vestur 4-2
Skála – NSÍ 2-2
B71 – B68 0-0
HB – Víkingur 0-1
Støðan:
KÍ 54 stig
Víkingur 52 stig
NSÍ 50 stig
07 Vestur 44 stig
B68 35 stig
B71 30 stig
Skála 28 stig
B36 27 stig
HB 26 stig
EB/Streymur 12 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald