Fótbóltur

Víkingur vann sær góðan steypafyrimun á Svangaskarði

Poul Kallsberg legði útiliðið á odda í 77. minutti, og eftir 90 minuttir økti Árni Nóa Atlason við dreymahøggi. B68 skal royna at venda tí í aðru hálvfinalu í Sarpugerði.

Poul Kallsberg og teir kundu fegnast á Toftum í kvøld - seinni dysturin verður í Sarpugerði 17. juni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg og teir kundu fegnast á Toftum í kvøld - seinni dysturin verður í Sarpugerði 17. juni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-21 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var málleyst størsta partin av dystinum, tá B68 tók ímóti Víkingi í fyrru steypahálvfinaluni millum liðini í vindinum og sólini a Svangaskarði.

So bjóðaði Olaf Bárðarson av í vinstru, Ingi Jonhardsson kom við í góðum yvirlappi og smekkaði bóltin innfyri til Poul Kallsberg. Hann skuldi bara seta høvdið á, og so var 1-0.

Hetta hevði verið heilt gott úrslit at havt við sær aftur til Eysturkommunu, men tað gjørdist tvífalt so gott hjá føroyameistarunum, júst sum yvirtíðin fór í gongd: 

Bólturin varð lagdur útfrá til innskifta Árna Nóa Atlason, sum úr stórum 25 metrum smekkaði til. Bólturin sat ógvuliga væl og stórur fagnaður á teimum í ljósabláum.

0-2 á Svangaskarði og nú er tungur burður hjá B68, sum ikki kom fram til nógvar málroyndir. 17. juni skal Víkingur royna at koyra sigurin heim og spæla seg í steypafinaluna.

Kappingin um Løgmanssteypið, fyrru hálvfinalurnar

Í dag, mikudagin 21. mai
B68 – Víkingur 0-2 (0-0)
77' Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson) 0-1
90 (+1)' Árni Nóa Atlason 0-2

Sí meira um dystin her

Týsdagin 20. mai
KÍ - AB 4-0 (2-0)
24' Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg) 1-0
25' Patrik Johannesen (Árni Frederiksberg) 2-0
48' Jóannes Kalsø Danielsen (Árni Frederiksberg) 3-0
65' Patrik Johannesen 4-0

Sí eisini: KÍ meira enn annað beinið í steypafinaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder