Fríggjakvøldið var ein føroyingur á fyrsta sinni at síggja í Serie A. Talan var ikki um nakran góðan fótbóltsdyst sum heild, og Hellas Verona fekk ikki ynskta úrslitið í botndystinum móti Pisa, men Andrias Edmundsson var við at halda málið reint.
Sí eisini: - Hann er ein risi: Andrias við at halda málið reint í fyrsta Serie A-dystinum
Eftir eina skinkluta byrjan, stóð 25-ára gamli toftamaðurin seg væl. Andrias Edmundsson smæddist ikki burtur, og sum tølini vísa á, vann hann millum tíggju nædystir í málleysa javnleikinum.
Føroyski landsliðsmiðvallarin stóð eisini rætt fyri sjey ferðir (blokeringar), og vann bóltin seks ferðir í fyrstu royndini á hægsta stigi í Italia.
Hesi tølini vísir almenna síðan hjá Hellas Verona á. Síðan sum í dag hevur kunngjørt, at Andrias Edmundsson í sínum byrjanardysti vann sonevnda "Yellow Heart-heiðurin". Hetta merkir, at fjepparar felagsins kjósaðu føroyingin sum dagsins spælara.
![]()
Dagsins maður - við tølum - hjá Verona (Mynd: Hellas Verona FC)
![]()
Á sosialu miðlunum hjá Hellas Verona sást eisini, at nógvir fjepparar - hóast ónøgd við úrslitið - fegnast um nýggja føroyska spælaran. Millum annað verður Andrias Edmundsson skýrdur at vera ein "Viking-warrior" (ein veuligur víkinga-stríðsmaður), og ein sum skaraði framúr.
Næsta uppgáva hjá Hellas Verona, sum er aftast í Serie A, er móti Parma sunnudagin 15. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald