KÍ hevur í hesari vikuni samskift við Fótbóltssambandið og Argja Bóltfelag um at fáa AB-KÍ dystin sunnudagin útsettan til mánakvøldið.
Okkurt bendir á, at KÍ hevur fingið sína vilja - fyri ein part. Sambært spælaraskipanini hjá Fótbóltssambandinum er dysturin nú settur at vera sunnudagin klokkan 17. Altso hann er fluttur tveir tímar frá upprunaliga tíðspunktinum.
KÍ vildi hava dystin fluttan eitt samdøgur, so leikararnir fingu neyðugu hvíldina eftir harðan dyst hóskvøldið við longdari leiktíð og nógvari ferðing seinastu vikurnar. AB vildi ikki ganga hesum á møti.
Um tveir tímar er nóg mikið til, at klaksvíkingar fáa hvíld, má tíðin vísa.
Les eisini: KÍ ynskir at útseta dyst eitt samdøgur: AB vil ikki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald