Fótbóltur

Vilhelm og Kjartan eru ikki við í fyrstu syftu

Føroyar standa í løtuni uttan ein láman bakspælara til týðandi EM-undandystirnar móti Niðurlondum. Bíðstøða er eisini við Peturi Krogh - tveir teir seinastu spælararnir verða úttiknir seinni.

Ivamál er kring ávisar spælarar, sum vanliga eru við. Vilhelm Poulsen, sum spælir í Bundesliguni og er lyklaspælari í serliga verjuni, hevur ein fipurskaða í lærkrikanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ivamál er kring ávisar spælarar, sum vanliga eru við. Vilhelm Poulsen, sum spælir í Bundesliguni og er lyklaspælari í serliga verjuni, hevur ein fipurskaða í lærkrikanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-18 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin vórðu atgongumerkini til heimadystin skrædd burtur. Nú er hópurin til bæði heimadystin og útidystin móti Niðurlondum tikin út.

Talan er tó ikki um fullmannaðan hóp.

Hondbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari seinnapartin, at landsliðsvenjararnir í fyrstu atløgu hava úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. 

- Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Vanliga eru minst 16 spælarar við til landsliðssavnan. So líðandi sum støðan hjá nøkrum spælarum verður meira greið, koma tveir afturat á listan.

Hópurin: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Sum sæst er talan um spælarar, ið vanliga eru við - Bjarni í Selvindi og eykamálverjin Aleksandar Lacok eru teir við fæst royndum í A-landslishøpi.

Leivur Mortensen var ikki við til fyrstu undandystirnar í november, tí vinstri vongurin hevði brotna hond. 25-ára gamli hoyvíkingurin er tó komin í gongd aftur í FIF og er nú við aftur á landsliðnum. 

Teis Horn Rasmussen spælir ikki í løtuni vegna brotna hond, men vónin er at sterki strikuspælarin hjá Aarhus HC verður tøkur.

[object Object]Javngomlu Leivur Mortensen og Vilhelm Poulsen í Skopje í fjør. Annar er tøkur aftur, meðan hin er ógvuliga ivasamur til dystirnar móti Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh eru ikki tøkir í løtuni, men trúð verður meira uppá, at Teis verður klárur til týðandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til teir, sum vanliga eru við, so er málverjin Nicholas Satchwell framvegis langtíðarskaddur, Peter Krogh og Pauli Mittún eru ógvuliga ivasamir vegna skaðar í rygginum, Vilhelm Poulsen hevur fingið fipurspreinging í lærkrikan, og so eru nógvir 1996'arar úti.

Kjartan Johansen hevur spælt lítið seinastu mánaðirnar, og av tí at strandingurin ikki er á, og tí at bíðað verður eftir støðuni hjá Vilhelmi, so er eingin lámur bakspælari á listanum í løtuni.

Allan Norðberg hevur spælt á bakkinum fyrr, men tað er helst mest sannlíkt, sum nú er, at tríggir høgra handaðir fara at spæla størsta partin av tíðini. 

Helgi Hildarson Hoydal er framvegis darvaður av skaða í alboganum, og Jónas Gunnarson Djurhuus hevur heldur ikki spælt fyri FIF seinastu tíðina.

Les eisini: Fleiri ivamál til dystirnar móti Niðurlondum

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða spældir ávikavist Við Tjarnir, mikudagin 12. mars klokkan 19 og á útivølli í Almere, sunnudagin 16. mars klokkan 14. Samanlagt vera nakað yvir 3.500 føroyskir áskoðarar til dystirnar.

Støðan í undanbólki 6 eftir tvey umfør:
1. Niðurlond 3 stig
2. Ukraina 2 stig
---------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig

Tvey lond, umframt fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum koma til EM. Ukraina er í løtuni betri enn Føroyar innanhýsis - fýra umfør resta í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder