Hondbóltur

Fleiri ivamál til dystirnar móti Niðurlondum

Fastir spælarar sum Vilhelm Poulsen, Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og Pauli Mittún eru darvaðir av skaðum - hópurin verður kunngjørdir tíðliga í vikuni.

Teis Horn Rasmussen (t.v.) og Peter Krogh (t.h.) til venjing. Teir hava ikki spælt eftir jól fyri Aarhus - teir fingu skaða, tá landsliðið var saman í januar. Uttan teir í miðverjuni mugu aðrar loysnir finnast móti Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen (t.v.) og Peter Krogh (t.h.) til venjing. Teir hava ikki spælt eftir jól fyri Aarhus - teir fingu skaða, tá landsliðið var saman í januar. Uttan teir í miðverjuni mugu aðrar loysnir finnast móti Niðurlondum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-17 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin til dystirnar móti Niðurlondum verður sum skilst kunngjørdur seinni í dag, mánadagin 17. februar.

Helst standa tey flestu av somu nøvnunum á, sum tá manslandsliðið vanliga verður úttikið, men hjá summum lyklaspælarum verður talan um kapprenning um tíðina fyri at gerast .

Her er serliga talan um Vilhelm Poulsen og Teis Horn Rasmussen.

Fyrrnevndi spælir serliga stóran leiklut í verjuni, men ein fipurskaði í lærkrikanum gjørdi, at Vilhelm ikki spældi við fyri Hannover-Burgdorf í í sigrinum í Stuttgart hóskvøldið. 25-ára gamli hoyvíkingurin fekk skaðan fyri viku síðani, og harvið hevur høgri bakkurin samanlagt beint yvir ein mánað at koma fyri seg undan heimadystinum móti Niðurlondum, 12. mars. Tað kann vera nóg mikið av tíð, men Bundesliga-spælarin er ivasamur til týðandi EM-undandystirnar.

[object Object]
Vilhelm Poulsen hevur nú fingið skaða í lærkrikan. Tað er ymiskt, hvussu langa tíð slíkur fipurskaði tekur at lekja (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen breyt hondina í januar og hevur harvið ikki spælt seinastu dystirnar hjá Aarhus, sum liggur væl fyri í stríðnum um at koma upp í bestu donsku deildina. Teis spælir stóran leiklut á strikuni og í miðverjuni hjá Føroyum. Hann skal til kanning síðst í mánaðinum, og tá er at vóna, at 28-ára gamli havnarmaðurin fær góð boð um týðandi landsdystirnar móti Niðurlondum.

Peter Krogh hevur heldur ikki spælt seinastu dystirnar fyri Aarhus og má eisini metast sum ivasamur. Verjuserfrøðingurin hevur sum heild verið skaðadarvaður í serliga rygginum seinastu mánaðirnar.

Pauli Mittún hevur als ikki spælt seinastu mánaðirnar vegna trupulleikar í rygginum. Hann hevur ikki havt eins stóran leiklut á A-landsliðnum sum omanfyrinevndu men er altíð víð. 22-ára gamli hoyvíkingurin skal skjótt kannast aftur - tað má metast sum ógvuliga ósannlíkt, at Pauli verður við móti Niðurlondum.

Hinvegin er Leivur Mortensen komin fyri seg, eftir at vinstru vongurin sat uttanfyri við bortnari hond til dystirnar í november og í tíðini fyri jól. Liðfelagi hansara í FIF, Jónas Gunnarson Djurhuus, ið ikki hevur spælt nógvar landsliðsminuttir undir Peter Bredsdorff Larsen men sum ofta er við, er skaðadarvaður í løtuni.

Dystirnir móti Niðurlondum kunnu hava stóran týdning, fyri um man kemur til EM-endaspælið ella ikki.

Sí eisini: Atgongumerkini til fyrsta landsdystin skrædd burtur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder